Tað eigur at kosta tað sama at koma til havnar, óansæð hvar tú býrt í landinum í Suðuroy ella úti í Fugloy.
Hetta kann væl lata seg gerða, um vit í framtíðini bert hava tvær gjaldstøðir. Eina norðanfyri høvuðsstaðin, og eina sunnanfyri høvuðsstaðin. Sjálvandi noyðast vit at fyrihalda okkum til tað sum í dag í lítlan mun, er fíggja við bummgjaldi.
Nú talan er um, at gera tunnil inn á Skálafjørðin, er hetta ein upplagdir møguleiki uttan at nakar skal gjalda meira av teirri ørsøk. Hetta er ein solidarisk skipan, sum alt samfelagið fær gagn av.
Skalafjarðar tunnilin kemur at verða ein pengamaskina í alla framtíð, uttan at gerða skaða fyri nakað virksemi. Sambært tí ætlan, sum ABC samgongan hevur, skal hetta business projekt leggjast til eitt privat partafelag, at byggja og reka. Hetta prosjekti kundi gjørt tað, at øll í Føroyum kundi koyrt ella silgt til havnar, fyri sama kostnað. Hetta er treyta av, at tað verða bert tvær gjaldstøðir tá koyrt verður ígjøgnum, ein á norðurleiðini og ein á suðurleiðini.
Politikkurin hjá ABC samgonguni er, at tey prosjektini sum kosta nógvan pening skal skattaborgarin gjalda, meðan tey sum kunnu geva pening í alla framtíð, vera latin til eitt privat partafelag at reka. Uppá longri sigt kann peningamaskinan skálafjarðartunnilin, verða við at gjalda fyri víðari útbyggjingar av samferðslunetinum í Føroyum.
Heini O. Heinesen, fyrv. løgtingsm.
Heimasíða mín: http://heima.olivant.fo/~hoyh/




