Við sínum 5 føroyameistaraheitum fyri einstaklingar er hann mest vinnandi telvarin í Føroyum yvirhøvur. Klaksvíkingurin Heini Olsen býr í dag á flatlondum, har hann framvegis er virkin telvari … og á páskum kemur hann heim at luttaka enn einaferð í einstaklinga-FM.
Tá FM í talvi fyri einstaklingar verður í Havn á páskum, verður maðurin, sum hevur vunnið mest FM-heitið í føroysku talvsøguni, eisini millum luttakararnar.
Klaksvíkingurin Heini Olsen, sum í dag býr í Danmark, hevur enn einaferð meldað seg til talv-FM, har hann í landsliðsbólkinum í ár fer at dystast um FM-heitið við aðrar 9 av okkara fremstu telvarum.
Higartil 5 ferðir
føroyameistari.
Frá ungum av varð hann mettur sum eitt tað størsta talvtalentið í Føroyum, og hann livdi eisini skjótt upp til spádómarnar.
Heini Olsen er føroya mest vinnandi telvari, tá talan er um FM-kappingar fyri einstaklingar her á landi.
Hann hevur vunnið FM ikki færri enn 5 ferðir, sum er føroyskt met. Tað sigur eitt sindur um hetta avrikið hjá Heina, at tað eisini er bara ein føroyingur, sum hevur vunnið FM 4 ferðir. Tað er toftamaðurin Hans Kristian Hansen, ið altso er tann einasti, sum kemur í nánd av Heina í vunnum FM-heitum.
Og Heini er so avgjørt framvegis við í fremstu røð hann hevur aftur í ár melda luttøku í FM-kappingini, so tað er ikki ómøguligt, at klaksvíkingurin kemur upp á eitt tennis-siffur í vunnum FM-heitum … !!
Fyrsta FM-heitið
sum 19 ára gamal.
Longu sum 19 ára gamal gjørdist hann fyrstu ferð føroyameistari í sterkasta talvbólkinum, sum verður nevndur landsliðsbólkurin.
Hetta minnist Heini sjálvandi væl:
– Tað var í Gøtu í 1989. Kappingin var rættiliga jøvn. Serliga vóru tað eg og Torbjørn Thomsen, sum løgdu okkum á odda. Minnist meg rætt, so tørnaðu vit saman í sjeynda umfari og tá hevði eg 6 stig, Torbjørn hevði 6½!
– Talvið gjørdist bæði spennandi og eisini fløkt. At enda var við yvirlutan og vann. Tá var kappingin at kalla avgjørd. Í seinasta umfarinum kundi eg loyva mær ein skjótan javnleik.
Dagsformurin hevur
stóran týdning í FM.
Metir tú teg at hava ein møguleika at vinna FM í ár, ella eru aðrir størri favorittar enn tú sjálvur?
– Hatta er ikki so lætt at svara uppá. Nógv ymiskt spælir inn og har er dagsformurin tað, sum hevur størsta týdningin, sigur Heini og tekur síðani nakrar av hinum telvarunum fram:
– Flóvin hevði eina framúr góða kapping um Keypmannahavnarmeistaraskapin herfyri. Hann fekk 7 stig, og honum restaði bert ½ stig í at gerast KM! Martin og Hans Kristian hava júst verið í Týsklandi og telvt, so ilt er at siga, hvør ið er favoritturin.
– Kanska tað er lættast at siga, at fleiri hava kjansin … men sjálvandi kundi eg væl hugsað mær at endurvunnið FM-heitið!
Telvingin hevur
størri breidd nú.
Hevur føroysk telving ment seg, síðani tú byrjaði at telva?
– Eg haldi, at breiddin er vorðin størri. Tvs at tað nú ofta eru einir 4-5 favorittar samanborið við fyrr, tá ið favorittarnir kanska vóru ein ella tveir.
Eru møguleikarnir at menna seg sum telvari ikki eins góðir í Føroyum sum aðrastaðni?
– Nú eru teir rímiliga góðir.
– TSF [Talvsamband Føroya (red.)] hevur síðan 1997 skipað fyri einum trimum kappingum í Føroyum. Vit hava havt vitjan av Kasparov, og unglingar verða sendir til norðurlandakappingar, so okkurt hendir…
Vit fáa einaferð ein
altjóða talvmeistara.
Síðani Flóvin Tór Næs og John Arni Nilssen í fjør vunnu hvør sín IM-norm, hevur talvtosið mangan snúð seg um møguleikan hjá føroyingum at gerast altjóða meistarar í talvi.
Tá vit spyrja Heina, um hann meitr, at vit nakrantíð fara at fáa ein føroyskan altjóða meistara í talvi, svarar hann stutt og greitt: Ja!
Hinvegin er hann ikki so sannførdur, tá vit spyrja, um Føroyar nakrantíð fara at eiga ein stórmeistara í talvi:
Her ljóðar stutta svarið: Kanska!!
Men, hevur t.d. Íslandi ikki fleiri altjóða meistarar og stórmeistarar í talvi?
– Ísland man hava einar 10 stórmeistarar og einar 5 altjóða meistarar. Men tá ið tað er sagt, so eru teir flestu íslendsku stórmeistararnir givnir! Eg hugsi, at teir bert hava einar fýra aktivar eftir.
Lærdi mannagongd-
ina sum 6 ára gamal.
Nær byrjaði tú at telva?
– Lærdi mannagongdina sum 6 ára gamal, men fór uppí Klaksvíkar Talvfelag, sum 12 ára gamal.
Hvør og hvørjir hava verið tínir lærumeistarar innan telving?
– Havi fyrst og fremst verið mín egni lærumeistari, men grundarlagið hevur verið allir teir, sum eg havi hitt við talvborðið! Í KTF var tað serliga Petur Hans. Og seinni Predrag [Nicolic] (ein av heimsins fremstu telvarum (red.)).
Hvørjar fyrimyndir hevur tú havt innan telving?
– Ongar ávísar, men kanska allir heimsmeistararnir … summir meira enn aðrir: Aljechin, Botvinnik og Smyslov.
Á 1. liði hjá KTF
sum 14 ára gamal.
Hvør er frágreiðingin uppá, at KTF hevur átt og eigur so nógvar telvarar í fremstu røð í Føroyum?
– KTF hevur altíð latið ungdómin sleppa framat! Meg minnist við stórum takksemi, at eg slapp sjálvur á fyrsta lið, sum 14 ára gamal! At eg árið eftir slapp at royna meg 9 ferðir á 1. borði gjørdi tað ikki verri!
– Eg haldi at styrkin hjá KTF hevur ligið í, at spurt hevur verið, hvussu telvar tú, og ikki hvussu gamal ert tú!
Motivatiónin
hevur alt at siga.
Hvat er tað sum ger, at tú hevur vunnið FM-heitið flest ferðir? hvørjar eginleikar og hvørjar umstøður hava verið avgerandi fyri tað?
– Eg havi verið væl fyrireikaður og eisini havt góðan hug at telva.
– Hugurin/motivatiónin hevur alt at siga uttan hann kanst tú lesa 10 tímar um dagin, men tú verður ikki betri!
Hvussu nógvar tímar hevur tú brúkt upp á telving pr. dag og hvussu nógv brúkar tú nú?
– Eg havi brúkt 3 til 4 tímar um dagin. Nú er tað kanska 3 til 4 tímar um vikuna!
Telvingin hevur
einki aldursmark.
Í hvørjum aldri er ein telvari bestur?
– Í øllum … næstan!
– Alt er spurningurin um hug! Tú kanst eisini velja at kalla tað okkurt annað: eitt nú inspiratión ella enn neyvari motivatión.
– Korchnoi er t.d. 72 ára gamal, og veitst tú hvat? Hann er hægri rataður enn besti aktivi telvarin í Norðanlondum!
Annars varð sagt fyrr at besti aldurin var millum 27-42 ár, men eg hugsi ikki at tær metingar halda longur.




