Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heini takkar fyri seg

Tíðindaskriv

3. august hevði Heini á Marknagili sín seinasta arbeiðsdag hjá Faroe Ship eftir at hava starvast hjá felagnum í 33 ár. Heini hevur verið leiðari á deildini, og ímyndin av Faroe Ship í Klaksvík í mong ár.

Skipað verður fyri almennum fráfaringarhaldi í matarhølunum hjá Faroe Ship í Ánunum hósdagin 20. september frá klokkan 15 til 17, har møguleiki verður hjá viðskiftafólki og øðrum at heilsa uppá Heina.

Øll eru hjartaliga vælkomin