Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heini Vatnsdal breyt nøsina

Jákup Ósá

Summarsteðgurin kemur væl við hjá KÍ-miðverjanum.

Heini Vatnsdal sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hann breyt nøsina í dystinum móti RFS. Men summarsteðgur er, so hann missir ikki nógvar dystir. Hann er ivasamur til dystin móti EB/Streymi 2. august, men verður væntandi tøkur móti Víkingi 6. august.

Dysturin hjá KÍ á ólavsøku móti HB er útsettur, tí HB spælir í Conference League.