Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heini Vatnsdal missir nógvar dystir

Jákup Ósá

KÍ missir landsliðsleikara til tøttu skránna komandi vikurnar.

Dagført 06.09 kl. 13.23: Talan er um eitt bein í fótinum, sum Heini Vatnsdal hevur brotið.

Tað er portal.fo, sum skrivar frá landsliðsleguni, at nú er staðfest, at Heini Vatnsdal hevur brotið fótin, og at hetta brotið helst kom í fyrra dystinum móti Ferencváros, sum var leiktur 11. juli. 

Mett verður, at Heini má binda frið í minst ein mánað og kanska í tveir mánaðir. Hesa tíðina spælir KÍ hvørja viku tveir dystir. Ein hvørt vikuskiftið og ein í miðvikuni.