13 samgongulimir heita á løgmann um at seta skjótt arbeiðandi nevnd at kanna hvørjir stovnar kunnu desentraliserast og hvørjir kunnu flytast úti um landið
Í brævið til løgmann í seinastu viku heitur ein stórur meirilutti av samgongulimum á løgmann um at seta ein skjótt arbeiðandi nevnd at kanna hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið.
Bræv til Løgmann:
Vísandi til tey mongu orðaskifti, ið verið hava á tingi og tey uppskot og álit, sum ígjøgnum árini og ikki minst hesa seinastu tíðina hava verð gjørd viðvíkjandi desentraliserig av almennum stovnum og flytingum av stovnum út um landið, fara vit undirritaðu samgongulimir at heita á løgmann, um nú beinanvegin at fáa sett ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk við umboðum við tveimum tinglimum úr hvørjum samgonguflokki.
Av teirr orðsøk, at tilfar lutvíst fyriliggur, sum kann brúkast, verður neyvan í fyrstu syftu brúk fyri meiri enn trimum mánaðum fyri at kunna gera fyrstu metingina av, hvørjir stovnar møguleiki er at leggja út um landið.
Samstundis eigur arbeiðsbólkurin at fáa játtaðan skrivara til arbeiði í tíðini arbeiðsbólkurin situr.
Við heilsan
Jógvan við Keldu
Jóhan Dahl
Henrik Old
Heðin Zachariasen
Alfred Olsen
Kjartan Joensen
Jørgen Niclasen
Marius Dam
Gerhard Lognberg
Vilhelm Jóhannesen
Sverri Midjord
Andrias Petersen
Anfinn Kallsberg




