Norðlýsið hevur biðið Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðing, um viðmerkingar til politisku støðuna.
Jógvan skrivar soleiðis:
Báðar hava meldað seg úr flokkunum, tær vórðu valdar fyri; Annika úr Fólkaflokkinum beinanveg aftaná valúrslitið var greitt, Sonja úr Javnaðarflokkinum, áðrenn blekkið á samgonguskjalinum hjá CEF var turt.
Goragangurin hevur verið øðiligur og afturvendandi sjongurin hevur verið, at tær hava svikið veljararnar hjá flokkunum, tær vóru valdar fyri. Ja, og so flokkarnar sjálvar. Samstundis eru tær karaktermyrdar upp á tað fúlasta og bókstaviliga lætnar úr í miðlunum.
Eitt sindur løgið, tá ið tú hugsar teg um hesar flokkar, ið skulu eitast at vera. Hyggur tú at uppstilling og sjálvt valstríðið, er tað rættari at siga at flestu flokkar hava svikið veljararnar.
Men tað skuggar fyri, at fjølmiðlar og sætaðir politikarar hava endurtikið uppí saman, at vit mugu hava blokkpolitikk, so at veljarin veit, hvat ið hann ella hon fær við at velja ávísan flokk.
Hetta hevur einki við veruleikan at gera. Fyri tað fyrsta tí at danska fyrimyndin við reyðum og bláum blokki fyri tað nógva er valteknikkur, meðan realpolitikkurin er, at loysnirnar í tungu málunum verða avtalaðar tvørtur um miðjuna við danska javnaðarflokkinum og Venstre sum akkersfesti. Síðani ber til at tosa aftur og fram um, at vit hava meira enn ta einu dimensiónina í føroyskum politikki. Tað avgerandi er tó, at vit hava ikki flokkar í føroyskum politikki, sum kunnu samanberast við eitt nú teir donsku.
Hygg at uppstillingini. Fólk boða frá, at tey stilla upp fyri tann og tann flokkin. Tey koma úr ymsum heraðshornum, mangan við eini fortíð í øðrum flokki, og fleiri teirra harafturat borgarstjórar í størstu kommununum. Onkur teirra enntá við almennari fráboðan í sambandi við uppstillingina, at hann ikki var samdur við sínum nýggja flokki í øllum, men at hetta mundi fara at ganga kortini.
Tað tykist ikki sum um, at tað eru flokkarnir, ið stilla upp valevni. Heldur er tað so, at teir eru takksamir fyri, at hesir kendisar bjóða seg til, so at tað ber til at draga inn í bæði borð.
Tað lættir um fyri at fáa hetta at glíða, at flokkarnir, ið bjóða seg fram, eru ullintir í sínum valskráum. Tá ber til hjá valevnunum at venda sær til veljarar bæði í eysturi og vesturi – ja, og í norðuri og suðuri.
Serliga ringt hevur tað verið við stóru flokkunum, ið vóru í andstøðu, men nú eru miðleingja í CEF-samgonguni. Teir brutu snøgt sagt tey lyfti, teir góvu tíðliga í tí farna valskeiðnum, alt fyri at tekkjast so nógvum veljarum sum gjørligt.
Eitt sindur øvugt kanst tú siga, tí vanliga frætta við aðrastaðniífrá, at samgongur verða lagdar undir at bróta givin lyfti aftaná eitt val. Hjá okkum vórðu lyftini longu brotin fyri valið. Men tað hevur so borið á mál so langt hjá nýggju samgonguni, vit hava fingið.
Prísin koma hesir flokkar nú at gjalda. Sonja og Annika, sum í stórt mát drógu veljarar til Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin – Sonja ungar progressivar veljarar, Annika veljarar, ið tóku liberalismu í álvara – vórðu báðar skúgvaðar til viks, so skjótt valið varð lagt afturum. Í báðum førum av reaktionérum monnum, sum nú vildu hava tær at fara til viks, tí nú vildu teir sleppa framat aftur. Og síðani er alt við tað gamla við tí sama sjabbarínum um, nær og hvar tunlar og vegastubbar skulu gerast.
At tær ikki finna seg í at verða misbrúktar, skulu vit heldur duga at virðismeta, enn at fara upp í fordømandi kórið, ið nú rópar í illsinni, heldur enn at syngja fagursong.
Hjá Javnaðarflokkinum er íkomna støðan sjálvandi truplari enn hjá Fólkaflokkinum, tí at Javnaðarflokkurin stendur á odda fyri nýggju samgonguni. Ikki bert í telvingini fyri at tryggja samgonguni framhaldandi lívsføri, men serliga tí, at formaðurin fjónaði tey ungu í flokkinum, sum skulu tryggja framtíðina hjá honum, og lat teir gomlu konservativu sleppa at ráða. Eitt margháttligt val fyri ein javnaðarflokk í modernaða vesturheiminum ár 2015 at lata teir, ið umboða tað farna, sleppa at seta kósina.
Og hóast tað kanska eydnast innan alt ov leingi at fáa løgtingið at skera ígjøgnum í hjúnabandslógini, so er neyvan sloppið fyri tað. Eitt av stóru málunum fyri framman, fiskivinnunýskipanin, fer heilt víst at geva samgonguni stórar trupulleikar. Serliga tí at Tjóðveldi hevur fingið fleiri menn á ting, sum opið hava boðað frá, at teir eru ikki so heitir fyri tilfeingisbúð. Og bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava forlovað seg mótvegis skipabólkum, ið nú fara at krevja sítt.
Men kanska ber tað til kortini. Við at gera rossahandlar eins og vit sóu tað millum aðru og triðju viðgerð av løgtingsvallógini, ið slóðaði fyri, at vit nú eru við at etablera ein politiskan klassa av livibreyðspolitikarum, sum dusa sær tvørtur um mørkini millum tómu hylkini av teimum politisku flokkunum, ið einaferð vóru.




