Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heldur eingin nýggjur aktørur hesuferð

John William Joensen

Eitt av endamálunum við uppboðssøluni og serliga ”afturlatnu” uppboðssøluni, har eingin veit hvør bjóðar og eingin veit hvat boðið verður, var at tað skuldi verða lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa inn í fiskivinnuna. Men higartil hava allar uppboðssølurnar endað við at verandi aktørar og útlendsk samstarvsfeløg fara avstað við øllum.

Eitt av endamálunum við uppboðssøluni og serliga ”afturlatnu” uppboðssøluni, har eingin veit hvør bjóðar og eingin veit hvat boðið verður, var at tað skuldi verða lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa inn í fiskivinnuna. Men higartil hava allar uppboðssølurnar endað við at verandi aktørar og útlendsk samstarvsfeløg fara avstað við øllum.

Samgongan og ávísir føroyskir búskaparfrøðinga søgdu at eitt av høvuðsendamálinum við uppboðsøluni, var at lættari skuldi verða hjá nýggjum aktørum, at koma inn í vinnuna. 

Higartil hevur samgongan luta út og selt alt tilfeingið til verandi aktørar. 

Seinasta royndin var fyri kortum. 

Botnfiskurin í Barentshavinum fór enn einaferð til verandi aktørar, í hesum føri til JFK og Akraberg.

Sama var við uppboðssøluni av makreli í Føroyskum og altjóða sjógvi.

P/F Gulenni, sum er eitt felag undir Varðanum og P/F Jókin, sum er eitt samstarvsfelag hjá stóru altjóða fyritøkuni J-Marr við sjálvum stjóranum, Sebastian Andrew Marr, sum nevndarlimi keypti saman við P/F Nærabergi (samstarvar við Hollendarar), P/F Framherja og P/F Hvalnes alt sum var av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Barentshavinum 2017.08.27

Sama mynstri hevur verið í farnum royndar uppboðssølum og tí virkað tær í veruleikanum, sum ein eykaskattur fyri vinnuna fyri verandi aktørar.

Nú verður bíðja eftir at 40.000 tons av norðhavssild verður boðin út, og spurningurin er hvussu áhugaverd hendan sølan verður. Eitt er at flestu aktørar hava nógvan fisk at fiskað og annað er at nú virkið á Tvøroyri ikki er í vinnu, er tað rættiliga stór sannlíkindi at kø verður at avreiða og tí kann stórur partur endað sum ídnaðarfiskur.

Tá vinnan samstundis næstan bara er í norður og suðurøkinum, eru tað eisini hesi økini, sum gjalda eykaskattin.

Harleywoodpaint