Hendan § 52a fyrispurningin, hevur Kári P. Højgaard løgtingsmaður, sett landstýrismanninum í samferðslumálum.
Hendan § 52a fyrispurningin, hevur Kári P. Højgaard løgtingsmaður, sett landstýrismanninum í samferðslumálum.
Spurningarnir um flutningskyldu og kostnað er viðkomandi, nú landstýrismaðurin hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið, um møguleikan at bjóða uppgávur út til privatar at røkja, tí tað skal verða betri og bíligari.
Sjóvegis samband til Mykines er bert um summarið, restina av árinum verður fólk og farmur flutt við tyrlu. Skal ein mykinesmaður t.d. til Havnar á fund ein týsdag, má viðkomandi av oynni við tyrlu sunnudag og útaftur mikudag.
Ein avgerandi fortreyt, um fólk framhaldandi skulu búleikast á útoyggj, er støðugt og gott ferðasamband við nøktandi farma- og ferðaseðla kostnaði.
Tí verður hesin fyrispurningur settur Jóhan Dahl, landstýrismanni í samferðslumálum




