– Hava øll lógaruppskot, sum sitandi landsstýri hevur lagt fyri Løgtinið, síðani landsstýrið tók við, verið send til hoyringar, og um tað er komið fyri, lógaruppskot eru løgd fyri Løgtingið, uttan at tey hava verið send til hoyringar, kann løgmaður so greiða frá, hvussu mong tey eru í tali?. Millum annað hesar spurningarnar hevur Helgi Abrahamsen, sum í løtuni hevur sati í løgtinginum, sett løgmanni

Kristina Háfoss kærdi Jørgen Niclasen til formanskapin
Helgi Abrahamsen vísir á, at í farna valskeiði kærdi Kristina Háfoss, løgtingskvinna, Jørgen Niclasen, landsstýrismann við fíggjarmálum, til Formansskapin í Løgtinginum, tí hann hevði lagt uppskot fyri Løgtingið, áðrenn hoyringsfreistin var farin. Í kæruni til Formansskapin vísti Kristina Háfoss millum annað á, at um tann óvanin helt fram, so var vandi fyri, at hoyringspartarnir fóru at gevast við at lata hoyringssvar inn, tá hesi kortini ikki vórðu tikin fyri fult.
”Í kæruni varð eisini heitt á Formansskapin um at heita á løgmann um at syrgja fyri, at landsstýrisfólkini hildu ásetingarnar í Tingskipanini, tá tey løgdu lógaruppskot fyri tingið,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann spyr tí løgmann hvussu mong lógaruppskot Kristina Háfoss hevur lagt fyri Løgtingið, uttan at tey hava verið send til hoyringar, og hvat løgmaður ætlar at gera, fyri at steðga óvananum við, at uppskot verða løgd fyri Løgtingið, uttan at tey hava verið send til hoyringar.
Fyrispurningurin er settur sum ein § 52a fyrispurningur, og skal svarast innan 10 yrkadagar.