Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helgi Abrahamsen tikið sæti á tingi

John William Joensen

Helgi Abrahamsen hevur í dag tikið sæti á tingi fyri Alfred Olsen.

Komandi dagarnar verður Helgi Abrahamsen av Strondum tinglimur fyri Sambandsflokkin. Hann hevur tikið sæti á tingi fyri Alfred Olsen, løgtingsmann, sum er í farloyvi.

Annars er tað Frithleif Olsen, sum er fyrsti varamaður hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, men hann hevur, vegna forfall, eisini biðið tingið um farloyvi.

Helgi Abrahamsen hevur seinastu 8 árini verið floksskrivari hjá Sambandsflokkinum.