Í dag klokkan 16:00 letur upp listaframsýning við listamannini Helga Joensen, sum er ættaður úr Klaksvík.
Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Bárður Jákupsson at røða. Stella Polaris-vinnarin Dávur Birgisson kemur at syrgja fyri tónleikinum.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi afturvið, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Hjartaliga vælkomin í Gamla Seglhúsið



