Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helgi Samson til B71

Jákup Ósá

B71 hevur fingið góðan styrk til seinnu hálvu við at hava fingið 21 ára gamla álopsleikaran.

Helgi var partur av Effohópinum fyrstu mánaðirnar í ár. Hann kom inn í trimum av teimum fyrstu fimm umførunum. Fyri tað mesta hevur hann spælt í 1.deild, har avrikini sum heild hava verið rættuliga góð. Hann hevur spælt bæði á miðvøllinum og í álopinum.

Helgi skal eftir summarferiuna byrja í skúla í Havn og tað er hetta sum hevur viðført, at hann nú fer úr KÍ. Venjari hjá B71 er Allan Mørkøre, sum er mammubeiggi Helga.