Ein blaðmaður og myndamaður frá danska skandalublaðnum “Ekstrabladet” sum eru komnir til Føroyar at leita eftir søgum um kynsliga misnýtslu – spurdu danska forsætisráðharran nær hon fór at leggja frá sær.
Ein blaðmaður og myndamaður frá danska skandalublaðnum “Ekstrabladet” sum eru komnir til Føroyar at leita eftir søgum um kynsliga misnýtslu – spurdu danska forsætisráðharran nær hon fór at leggja frá sær.
Meðan bíðja var eftir danska statsministaranum uttan fyri Spaniastovu komu vit í prát við ein blaðmann og ein myndamann frá Ekstrablaðnum sum greiddu frá at teir høvdu júst verið og gjørt samrøðu við umboð fyri Kris har tey høvdu greitt teimum frá hvussu góðar umstøður pedofilar høvdu at virka í Føroyum. Umboð fyri Kris høvdu sambært blaðmanninum geitt frá at føroyskir fjølmiðlar, myndugleikar og fólk í heilatikið einki gjørdu við kynsligan ágang og at tey sum høvdu verið úti fyri kynsligum ágangi vóru noydd til at tiga og einki siga. Øll ræddust avleiðingar av at standa fram tí øll vóru í familju skuldu umboðini fyri Kris hava greitt blaðmanninum hjá Ekstrablaðnum frá.
Tá so Helle Thorning-Smith kom við fylgi framvið, spurdi blaðmaðurin hjá Ekstrablaðnum um hon hevði eina viðmerking til útsøgn hjá einum sosialdemokratiskum fólkatingslimi um at einasta bjargingin hjá Sosialdemokratiska flokkinum var at Helle legði frá sær. Danski forsætisráðharrin kleiv ikki í tvey og gekk beint framvið tíðindamanninum.




