Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helle Thorning-Schmidt: Vit kenna ótta og máttloysi

Ragnhild Ellingsgaard

Danmark er rakt av yvirgangi. Men vit skulu liva, sum vit plaga og ikki lata óttan festa røtur, sigur forsætisráðharrin aftaná skothendingarnar seinasta døgnið.

Sjálvt um Danmark seinasta døgnið er rakt av tveimum yvirgangsatsóknum, so mugu vit ikki lata óttan fáa loyvi at festa rót. Hetta sigur forsætisráðharri Helle Thorning-Schmidt á tíðindafundi í morgun.

– Hesir komandi dagarnir verða trupulir at koma ígjøgnum. Vit skulu skilja, hvat tað er, sum hevur rakt okkum, men vit mugu eisini halda fast í, at vit skulu liva sum tey, vit eru. Vit skulu arbeiða, sum vit plaga at gera. Vit skulu ferðast, sum vit plaga. Vit skulu hugsa og tosa, sum vit vilja. Vit ery tey, sum vit eru, segði Helle Thorning-Schmidt millum annað á tíðindafundinum fyrr í dag.

Tað var ein rørd kvinna, sum tosaði á tíðindafundinum. Ein 55 ára gamal maður andaðist við mentanarhúsið Krudttønden á Østerbro í gjár, meðan ein ungur maður av jødiskum uppruna andaðist við synagoguna á Krystalgade í innara Keypmannahavn. Forsætisráðharrin takkaði eisini løgregluni og almennu mynduleikunum fyri teirra leiklut í arbeiðinum seinasta samdøgrið. Ein leiklut, sum særdi fimm løgreglufólk. Og tankar hennara leitaðu sær til avvarðandi hjá avvarðandi hjá teim dripnu og særdu.

– Tey skulu vita, at tey á hesum sorgardegi ikki eru einsamøll um sorgina. Vit syrgja øll, segði Thorning.

Samstundis vísti hon eisini djúpastu samkenslu við jøda-samfelagnum í Danmark. Hon gjørdi púra greitt, at eitt álop á jøda-samfelagið eisini er eitt álop á fólkaræði og allar danir.

– Eg vil siga beinleiðis við jøda-samfelagið, at eg eri djúpt rørd av tí, sum hendi í nátt. Tit eru ein týdningarmikil partur av danska samfelagnum og tit standa ikki einsamøll í hesum, segði hon.

Hon legði afturat, at tíðin nú er komin til, at Danmark stendur saman eftir yvirgangsatsóknirnar seinasta samdøgrið.

Hon segði eisini, at løgreglan nú skal fáa frið til at gera kanningararbeiðið liðugt.

– Men tað finst eitt svar, sum vit longu kunnu geva í dag. Vit skulu verja okkara fólkaræði. Og vit vilja til einhvørja tíð verja Danmark. Tá tú uttan nakað himpr sendir skotkúlur móti einum kjakfundi og jøda-samfelagnum í Danmark, so leypir tú á alt okkara fólkaræði. Alt Danmark og allar danir, staðfesti hon enn einaferð, men undirstrikaði eisini, at vit enn ikki kenna orsøkina aftan áopið.

-Vit vita tó, at nøkur eru, sum ikki vilja tað besta fyri Danmark. Tey vilja kúga okkara talifrælsi, okkara frælslyndi og okkara átrúnaðarliga javnvirði. Men hetta er ikki eitt stríð millum islam og vesturheimin. Hetta er ikki eitt stríð millum muslimar og ikki-muslimar. Hetta er eitt stríð millum frælsi hjá tí einstaka og eina myrka ideologi, staðfesti forsætismálaráðharrin á tíðindafundinum fyrr í dag.

Keldur: www.politiko.dk, www.berlingske.dk, www.politiken.dk,

Harleywoodpaint