Hetta er títlingskongur, tað staðfestir í hvussu so er vinmaður mín í Gøtu, Karl. A. Thomsen. Í dag komu tey bæði Poll og Ása í Brekkuni til mín við hesum lítla fuglinum í eini pappeskju. Ása greiddi frá, at hann hevði verið í túninum hjá teimum, og at hann nærum ikki flutti seg undan teimum. Tey høvdu so tikið hann og koyrt hann í eina pappeskju, tí tey hildu at hann helst var sjúkur.
Men tá íð eg var komin til hús við honum, livnaði hann upp. Setti meg so í samband við Karl A. Thomsen, hann helt, at slíkir smáir fuglar oftað vóru sera móðir og næstan fyri ongum, tá teir komu til landið. Hann helt víðari, at tað nyttaði lítið at geva honum nakað annað enn sukurvatn, tí teir liva av ymiskum smáum skordýrum, sum blaðlús og slíkt. Eina løtu seinni var hann ernaður so mikið, at eg gjørdi av at seta hann á eina grein úti í havanum. Tað gekk skjótt, at hann fór upp í tað hægsta træið, látið hjá honum hoyrdist hvølt og stutt eftir fleyg hann sín veg.
Um Títlingskongin sigur “Fuglar í Norðurhøvum” millum annað at hann eigur víða um í Europa og í Ásia. Hann heldur seg mest í nálaskógum. Í norðuratlantshavi eigur hann í Ytru Suuðuroyggjum og í Orknoyggjum. Ógvuliga fáir eiga í Hetlandi og í Føroyum…
Tað er nú fuglar koma til Føroya, so tað ræður um at hava eyguni við sær í náttúruni.













