Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst verður tingfundurin drúgvur

Helgi Abrahamsen

Tingfundurin sum byrjar nú klokkan 13:30 verður helst drúgvur. Fýra mál standa á skrá fyri fundin, og helst verða fleiri fundir hildnir í dag.

Tingfundurin sum byrjar nú klokkan 13:30 verður helst drúgvur.

Fýra mál standa á skrá fyri fundin, og helst verða fleiri fundir hildnir í dag.

Løgtingið skal fyrst hava 3. viðgerð av fíggjarlógini. Har eru nógv broytingaruppskot, sum tingið skal taka støðu til, og tí kann viðgerðin gerast drúgv.

Síðani er 3. viðgerð av eini eykajáttanarlóg á skránni. Stór ósemja var um tað uppskotið til 2. viðgerð, tí andstøðan vildi vera við, at pengarnir longur eru brúktir, áðrenn teir eru játtaðir.

Uppskotið um at játta pengar til Saltsiloina á Drelnesi skal eisini hava 2. viðgerð (og møguliga 3. viðgerð á einum seinni fundi í dag), og so hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, ætlan um, at lógin um stuðul til fjølmiðlar skal fáa allar tríggjar viðgerðirnar í dag.

Ætlanin var at tingið skuldi fara í jólafrí fríggjadagin í farnu viku, men tað eydnaðist ikki. Tingfundurin fríggjadagin varð niðurlagdur, meðan bíðað varð í einar tríggjar tímar eftir nøkrum broytingaruppskotum, sum tó ikki komu fram. Tá klokkan var farin av hálvgum seks og bíðað varð framvegis eftir broytingaruppskotunum, gjørdi løgtingsformaðurin av at slíta fundin og lýsa nýggjan fund at verða í dag.

Ofta vísir tað seg, at tá tingið fer heim og kemur saman aftur, so eru fløkjurnar blivnar uppaftur størri, tá tingarbeiðið verður tikin uppaftur.