– Aftan fyri hvørt einasta av hesum skipum er ein søga, og tíverri munnu partar av hesum søgum vera farnar í gloymskunnar hav, segði borgarstjórin m.a. á hátíðarløtu í EIK banka í Klaksvík í samband við at framsýningin við modellskipum hjá Hans Jacob Fuglø varð sett.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, flutti fram røðu og heiðraði listamannin, Hans Jacob Fuglø, á almennari móttøku í EIK banka í Klaksvík í samband við at framsýningin við modellskipum lat upp.
Røðan hjá borgarsjóranum:
Vælkomin øll tit, sum eru komin saman her í dag – vitjandi og fyrireikarar!
Sagt verður, at fyri at vita, hvagar vit skulu fara, og hvørja kós vit eiga at seta, so mugu vit fyrst finna útav, hvar vit eru stødd.
Søgan er neyðug, hon er sálin í fólkinum. Tað er hon, sum sigur okkum, hvaðan vit stava, og hvørji vit eru.
Tí er tað so umráðandi, at vit sum fólk kenna, varðveita og bera víðari søguna um samfelag okkara, um forfedrarnar og tað, sum tey tá livdu undir og livdu fyri.
At gera tað øvugta – at gloyma søguna – er ikki vandaleyst.
Ein planta følnar uttan røtur, og eitt fólk, sum ikki kennir sínar røtur og sín uppruna, manglar eitt útgangsstøði – nakað at halda í og halda seg til. Tað hevur ikki styrkina til at standa í mótburði og kann lættliga villast.
Tí hevur tað stóran týdning fyri land og fólk okkara, at vit hava persónar, sum kenna, lýsa og bera víðari upplýsingar um søgu okkara.
Eg eri fegin um at standa her í dag og formliga lata upp hesa framsýning um eina farna tíð í samfelag okkara, sum hevði ógvuliga stóran leiklut í uppbyggingini av samfelagnum til tað, nútímanssamfelag vit í dag hava.
Snotuligu hølini her í Eik Banka eru eisini ein virðiligur karmur um hesa flottu og áhugaverdu framsýning.
Ein forkunnug fortíðar framsýning í einum framkomnum framtíðar bygningi.
Vegna býráðið vil eg bera tykkum – Eik Banka, fyrireikar-unum og ikki minst listamanninum, Hans J. Fuglø – eina hjartans tøkk fyri, at tit hava gjørt hesa framsýning møguliga.
– – –
Hvørja ferð vit hava gestir í kommununi, so leggja fólk til merkis skipini hjá Hans J. Fuglø, sum kommunan hevur ognað sær, og eru áhugað í at hoyra um tey.
Hesi modellskip, sum Hans J. við huga, hegni og tolni hevur bygt, eru sannar perlur fyri alt okkara samfelag.
Byggingin av hesum modellskipum er ein áhugaverd søga í sær sjálvum.
Hans J. er kendur fyri sínar framúr góðu hendur og ótroyttiliga nærlagni, har neyvt verður gingið frá hvørjum einasta smáluti.
Tá ið hann fer til verka, er tað sum um, at hesi fornu skip, verða bygd av nýggjum í fullari stødd. Hvørt byggistig verður væl og virðiliga umhugsað.
Upprunaligu skipstekningarnar verða fingnar til vega, tí allir lutir – bæði stødd, snið og litir – skulu verða fult í tráð við upprunaliga nýbygningin.
Síðan fer listamaðurin til verka og kínir fyri hvørjum einasta luti, áðrenn hann verður endaliga framleiddur og góðkendur.
Innan øll áhugamál, yrki og handverk verða tey bestu úrslitini avrikað, tá ið persónurin bæði hevur gávurnar OG áhugan í tí, sum hann fæst við.
Soleiðis er tað við modellskipabyggingini hjá Hans J. Fuglø. Her gongur alt upp í eina hægri eind. Tað er sjón fyri søgn her í dag.
– – –
Millum skipini í hesari framsýning eru m.a. tey fýra skipini sum Klaksvíkar Kommuna hevur ognað sær – Coralia, Blithesome, Coronet og Acorn. Hesar eru kanska tær søgurnar, eg kenni best.
Tað vóru menn í bestu árum sum mannaðu hesi skip. Tá ið vit lesa um teir, sum fórust við Løvenørn, so síggja vit, at teir vóru í aldrinum 17 til 30 ár.
At hugsa sær ta sorg, ið hevur verið um oyggjarnar, tá ið tað frættist, at bæði Løvenørn við 11 monnum og Bellan við 20 monnum vóru gingnar burtur undir Íslandi. Hetta var í mai mánaða 1882.
Tað er ringt hjá okkum í dag at ímynda okkum tíðirnar tá.
Eisini lesa vit um, at hóast byrjanin til skipsfiskiskap ikki var so góð, og teir kanska høvdu hug at gevast, so vóru teir treystir og hildu áfram.
Hetta kunnu vit, sum liva í dag, takka teimum fyri. Hetta hevur skapt ta vælferð, sum vit njóta gott av.
– – –
Aftan fyri hvørt einasta av hesum skipum er ein søga, og tíverri munnu partar av hesum søgum vera farnar í gloymskunnar hav.
Men tíbetur hava vit átt og eiga enn í dag persónar, sum hava skrivað niður fleiri av hesum søgum.
Hetta eru sannar søgur, sum fevna um nógvar tilburðir og mannalagnur, og tøkk skulu tey hava, sum leggja evni og orku í at skriva hendan part av søgu okkara.
Ein av hesum søguskrivarum var okkara egni Símun Hansen, sum gjørdi eitt megnar arbeiði fyri at skráseta søguligar upplýsingar um samfelag okkara og at geva hesar út í bøkur.
Millum bókaútgávur Símunar eru bøkurnar ”Havið og vit”, haðani eg ynski at endurgeva ymiskt, sum hevur tilknýti til onkur av teimum skipum, sum her verða framsýnd.
– – –
Várið 1928 hendi umborð á Acorn ein óvanlig og syndarlig vanlukka, sum kostaði 7 av teimum 8 monnunum, sum vóru í lugarinum, lívið. Tann áttandi var Jákup Pauli Biskupsstøð frá Gjógv, og sigur hann soleiðis frá tilburðinum ”Havið og vit I”:
Seinnapartin leygardagin 19. mars kastaðu vit í Meðal-landsbuktini; fiskur vísti seg at vera, og tá inndrigið var, løgdu vit bakk úteftir á bakborðsháls, ættin var landsynn-ingur, gott bakkveður.
Sunnunáttina kl. 4 fór eg upp at loysa av, men tá eg kom á kappan, sá eg, at tað var avloyst í stýrhúsinum, og fór so niðurundir aftur. Veðrið var tað sama, onki rep í seglinum.
Kl. 4.15 fingu vit ein óføra stóran sjógv, skeilettið brotnaði, lastin skeytst, og seglini bóltaðu út úr seglkoyggjuni út á dúrkið í gongini. Ein karbiddunkur, sum lá í seglkoyggjuni, rullaði fram í lugari,ð og tá sjóvurin kom at honum, fór at gassa.
Eg tók dunkin og skuldi fara á dekkið við honum, men slapp ikki fyri seglunum, sum høvdu tipt gongina; góður eldur var í kabússini, og meðan eg stóð við dunkinum, eksploderaði hann í føvninginum á mær.
Eg fór nú at royna at fáa seglini somikið til viks, at komast kundi upp; tað gekk leingi, men til endan slapp eg; tá vóru seks av okkum átta, sum vóru har frammi, deyðir. Tann sjeyndi doyði nakrar dagar seinni.
Tá eg kom á dekkið, tókust hinir við at seta bátin út, og eg fór at hjálpa teimum, men tá teir sóu, hvussu illa eg var brendur, fingu teir meg niður í kahúttina. Báturin varð ikki útsettur, men eldurin brendi framvegis, til karbidið var uppi, og nú fóru teir í lastina at lempa salt og fáa hana aftur á rættkjøl.
Hann var sum sagt landsynningur í ættini, og tí varð avgjørt at fara til Reykjavíkar, men ferðin gjørdist drúgv. Ikki komu vit hagar fyrr enn hósdagin 24. mars. Her blivu teir sjey grivnir.
Jákup Pauli Biskupsstøð varð innlagdur á katólska sjúkrahúsið, í august fluttur til Føroya til Dronning Aleksandrines Hospital og haðani á Ríkissjúkrahúsið. Stívliga 2 ár lá hann á sjúkrahúsi, so illa brendur var hann.
Fyri at bjarga soninum leyp hann inn aftur í tað logandi lugarið; tað var tí, hann brendist so illa, uttan at tað tó eydnaðist honum at bjarga soninum.
– – –
Áhugaverdu og kendu søguna um Blithesome og Coraliu kenna vit nokk øll, har Mortan Johannesen í Hvannasundi var skipari á línubátinum Blithesome og sonurin, Kaj Johannesen, var skipari á deksbátinum Coraliu.
Um hvussu teir komu í ódnarveður á Kappanum í september mánaða í 1935, har sonurin bjargaði faðiri og allari manning á Blithesome, sum taldi 16 mans, við at stjóra teir yvir á Coraliu.
So tað hevur verið trongt umborð á Coraliu á veg heimaftur við tilsamans 28 monnum umborð.
– – –
Í hesum sambandi vil eg eisini nevna, at ein orsøk til at gudsóttin hevur havt so stóra ávirkan á okkara sjómenn, er millum annað, at teir livdu so tætt at havinum og náttúruni annars.
Ein vøkur mynd er endurgivin í bókini hjá Símun Hansen “Havið og Vit I”.
Har stendur um ein sjómann, sum eisini var ein teirra, sum hevði verið við Løvenørn, at “tá hann lá heima um vetrarnar, róði hann út, og tá báturin var drigin, helt hann altíð saman hendur og bað”.
– – –
Hans J. Fuglø, sum í ár hevur fylt áttati, hevur íalt gjørt 26 modellskip, og tey flestu av teimum eru við á hesari framsýningini. Hann er framvegis virkin.
Tøkk til Føroya Sjómannadag, at tit hava gjørt hetta tiltak til ein part av tykkara skrá í ár.
Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.
Latið okkum njóta hetta høvi, vit fáa her í dag, tí henda framsýning inniheldur nøkur verulig meistaraverk!
Við hesum orðum verður framsýningin av modellskipum sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt, latin upp.
Takk fyri.




