Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hendingaríkur dystur endaði við teprum tapi

Jákup Ósá

(Budapest) Føroyar fingu mál, blivu snýttar fyri brotsspark og kundu javnað seinastu løtuna. Hóast tað leikliga var trupult at halda fast í bóltinum við nýggja miðvøllinum, so livdi dysturin til tað seinasta.

Føroyar komu á odda 1-0 við sera góðum máli frá Róaldi Jacobsen, sum trekti framvið einum verjuleikara og púra kaldur setti bóltin í málið. Hetta úrslitið helt sær 63. minutt, tá Daniel Bode javnaði. Stutt eftir átti Kaj Leo í Bartalsstovu klárt brotsspark, men floytan tagdi. Løtu seinni skoraði Daniel Bode so aftur við góðum máli til 2-1. Hetta var endaliga úrslitið, men móti endanum gjørdist tað dramatiskt. Atli Gregersen fekk sítt seinna gula kort, tá ein av liðleiðarunum hjá Ungarn provokeraði hann við at lata bóltin fara, og so var Pól Jóhannus Justinussen bara sentimetrar frá at røkka einum bólti og skora til 2-2.

Samanumtikið ein spennandi dystur, ið livdi til seinasta bríksl, tá føroyski málverjin enntá fór fram við til álopini. Á føroyska liðnum skaraðu tveir leikarar framúr. Tað var tann aftasti og tann fremsti. Gunnar Nielsen helt føroyska liðnum inni í dystinum við fleiri meistarligum bjargingum og í álopinum vísti Jóan Símun Edmundsson altjóða støði, har hann bæði stríddist, helt uppá bóltin og var skapandi. Sigurin hjá Ungarn var væl uppiborin sæð yvir allan dystin, men tað var støður í seinna hálvleiki, sum kundu enda øðrvísi fyri Føroyar, um eydnan og neyvleikin var meira við.

Føroyar spæla sunnudagin móti Rumenia á Tórsvølli.

Les eisini annað tilfar úr Budapest:






Harleyfacadeacryl