Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hendrik Old, landsstýrismaður, skjýtur fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum

Helgi Abrahamsen

Týsdagin byrjar arbeiðið at gera nýggja Eysturoyartunnilin.

Týsdagin byrjar arbeiðið at gera nýggja Eysturoyartunnilin. Tá verður alment hátíðarhald á Strondum í sambandi við at fyrsta skotið verður latið av.

Klokkan 14 bjóðar Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlum, vælkomin. Síðani halda Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Artur Johansen, bygdaráðsformaður, røðu og klokkan 14:15 skjýtur Henrik Old, landsstýrismaður, fyrsta skotið.

Klokkan 14:30 verður bjóðað kaffi, te og køkur í Bygdarhúsinum á Strondum og hátíðarhaldið endar klokkan 16.

Verður veðrið ikki til vildar, verða røðurnar í staðin hildnar í bygdarhúsinum eftir fyrsta skotið.

Í samband við hátíðarhaldið, siglir Ternan av Bursatanga kl. 12.30 inn á Strendur. Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Siglt verður aftur av Strondum kl. 16.00 til Havnar. Ternan tekur 295 ferðafólk. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, eins og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið og aftur til Ternuna.