Undir tingviðgerðini í dag helt hevði tingmaður Javnaðarflokksins, Hendrik Old, hvassar viðmerkingar til føroyska tilfarið sum verður brúkt í koyrifrálæru.
– Um ein kemur soleiðis fyri at ein noyðist at taka koyrikortið um aftur ella ein verður dømdur at taka tað umaftur, so meti eg tað at hetta eisini merkir at ein ongantíð fær koyrikortið aftur.
– Hetta tí at føroyska bóka tilfarið sum verður nýtt í hesi frálæruni er skrivað á so avskeplaðum føroyskum málið at bert tey sum hava gingið á fróðskaparsetrinum duga at lesa bøkurnar.
– Eg haldi at hetta er eitt talandi dømi um hvat hendur tá ein loyvir fantastiskum fólkum framat at skriva slíkt tilfar.




