Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henrik Old kærdur til landsstýrismannanevndina

Tíðindaskriv

Kæra um landsstýrismannin í samferðslumálum um brot áløgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Kæra um landsstýrismannin í samferðslumálum um brot áløgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Vísandi til løgtingslógnr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasundvil undirritaði hervið kæra landsstýrismannin ísamferðslumálumfyrilandsstýrimálanevndinafyri ikki at umsitaløgtingslóg nr.6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasundá lógligan og fullgóðan hátt.

Sambært løgtingslógnr. 6 frá 8. februar 2000um fast samband um Vestmannasund, skal tunnilinvið vegum v.m., sum varð bygdurog enn verður rikinav P/f Vágatunnlinum,latast landinumtil ognar, táútveganarkostnaðurin er fult afturgoldin.

§ 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund ásetir, at alt anleggið, tá tvinnar treytir eru loknar, uttan viðurlag skal avhendast landinum til ognar.Fyrra treytin er, at útveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin og seinna treytin er, at P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari.

Eg meti,atbáðar treytirnar eru loknarog at tunnilin tí átti at verið avhendur landinum.Eg vísi í hesum sambandi tilløgfrøðligt upprit um hetta,sum erhjálagt kæruni.

Eg vísi eisini til, at tað varð samtykt á aðalfundi í P/f Vágatunlinum tann 14. apríl 2015, at felagið skuldi lata landinum tunnilintann10. desember í 2016. Frágreiðing frá hesum aðalfundinum er hjáløgd.

Á aðalfundinum í P/f Vágatunnilin7. apríl2016 gav landsstýrismaðurin í samferðslumálum nevndini í P/f Vágatunlinum boð um, atVágatunnilinkortiniikkiskuldilatast landinum í 2016. Víst verður til hjáløgdu fundarfrágreiðing frá aðalfundinum 7. apríl 2016.

Á aðalfundinum 7. apríl 2016 varð boðað frá, atsambært lógini er tunnilin ikki afturgoldin, fyrrenn øll íløgan ella útveganarkostnaðurin er afturgoldin –sagt varð, at ”sambært lógini ertunnilinikkiafturgoldin, fyrrenn øll íløgan ellaútveganarkostnaðuriner afturgoldin” og tí skuldi tunnilin ikki latast landinum í ár.Nevndin tók boðini til eftirtektar.

Treytin um at P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari av tunnlinum er lokin.Eg og fleiri við mær havaeisini tafatan, at tunnilin erfultafturgoldin og at hann tí sambært lógini um fast samband um Vestmannasund skal avhendast landinum. Eg vísi í hesum sambandi til omanfyri nevnda upprit, sum er hjálagt.

Landsstýrismaðurin hevur við ikki at taka stig til at yvirtaka tunnlin eftir míni fatanbrotiðlóginaum fast samband umVestmannasund.

At landsstýrismaðurin enntá gevur nevndini í P/f Vágatunnilin boð um at seta aðalfundarsamtyktina hjá felagnum frá aðalfundinum tann 14. apríl 2015 til síðis,ger eftir mínum tykki, at talan er um eitt álvarsligtog tilvitað brot á lógina um fast samband um Vestmannasund.

Tað tykist heldur ikki sum landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan fyri, hvussu partapeningurin skal afturrindast, og yvir hvussu langa tíð. Einasta viðmerkingí aðalfundarfrásøgnini frá 17. apríl 2016 er, atvent verður aftur tilpríspolitikkinseinni.Prísirnir eru so gott sum óbroyttur fyri Vágatunnilin, síðani hann varð útgoldin meðan prísirnir í Norðoyatunnlinum eru lækkaðir.

Eg heiti tí á Landsstýrismálanevndina um at taka hetta málið til viðgerðar.

Við vónum skjóta viðgerð

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin


Harleywoodpaint