Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henrik Old, landsstýrismaður, sær nógvar fyrimunir við kapping á flogrutuni

Helgi Abrahamsen

“Tað besta við hesum er, at hetta felagið ætlar at flúgva alt árið.” Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum

“Tað besta við hesum er, at hetta felagið ætlar at flúgva alt árið.” Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú SAS fer at flúgva millum Vágar og Kastrup. Landsstýrismaðurin er ikki so áhugaður í at fáa feløg hendavegin, sum bara vilja flúgva á rutuni teir mánaðirnar á árinum, tá nógv rennur í kassan.

“Ein annar fyrimunur er, at hetta er eitt felag sum kemur víða um, og tað kann draga ferðafólk til Føroya,” sigur Henrik Old.

“Eg eri ikki eitt sekund í iva um, at ferðafólkini verða fleir orsaka av hesum,” sigur hann.

Gott fyri tey lesandi

Ein annar fyrimunur við øktu kappingini, heldur landsstýrismaðurin vera, at tey lesandi uttanlands fara at kunna ferðast oftari ímillum londini.

“Tey fara at fáa fleiri møguleikar at sleppa bíligari aftur og fram, og tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin,” sigur hann.

Avbjóðing hjá Atlantsflogi

Spurdur hvønn týdning hetta fer at hava fyri Atlantsflog, sigur Henrik Old, at sjálvsagt leggur kappingin trýst á felagið, men hann heldur kortini, at serliga seinnu árini hevur Atlantsflog klárað væl at lækka prísin, so hann heldur ikki, at felagið fær trupulleikar av hesum.

“Men sjálvandi leggur tað trýst á Atlantsflog, at tey ikki longur kunnu gera sum tey vilja,” sigur hann.

Missur fyri landskassan

Atlantsflog er alment felag, so økt kapping merkir minni inntøku fyri landskassan, men tað sær landsstýrismaðurin ikki sum nakran trupulleika.

“Endamálið við Atlantsflogið er at veita eina tænastu fyri fólkið, sum býr her í landinum,” sigur Henrik Old.

“Tað kann ikki vera meiningin, at felagið skal vera ein inntøkukelda hjá landskassanum,” sigur hann.

Harleyfacadeacryl