Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henry fingið nýtt starv

Jákup Ósá

Arsenal legendan verður aftur at síggja í Onglandi. Tó ikki á vøllinum hesaferð.

Í morgun bleiv kunngjørt, at leikarin hjá Arsenal, sum gjøgnum tíðirnar hevur skorað flest mál, nú skal starvast hjá sjónvarpsrásini Sky Sports saman við Jamie Carragher, Jamie Redknapp og Gary Neville. Fyri hetta fær Henry 230 milliónir. Henry hevur eisini boðað frá, at hann helst fer undir venjaraútbúgving komandi ár, tá hann býr aftur í London.