Tað var ein leikari, sum var munurin, tá týðandi botndystur var við Margáir í kvøld.
Tað var ein leikari, sum var munurin, tá týðandi botndystur var við Margáir í kvøld. Undan dystinum lá KÍ næstaftast í næstbestu deildini, meðan EB/Streymur lá 4 stig frammanfyri á triðaftasta plássi. KÍ liðið var væl mannað við m.a. Tóri Justesen, Ísak Simonsen og Henry Heinesen á liðnum, sum allir hava royndir frá Effodeildini í ár.
KÍ vann dystin ikki minni enn 4-0. Og málskjúttin var tann sami hvørja ferð: Henry Heinesen! Sostatt liggur KÍ nú bara eitt stig aftanfyri EB/Streym á 8.plássi og kappingin um at umganga niðurflyting er nú aftur púra opin.
Annars misti TB síni fyrstu stig í kvøld, tá FC Suðuroy við Stórá fekk 2-2 javnleik, har TB fekk útjavnandi málið langt inni í yvirtíðini.
Úrslitini í 1.deild í kvøld:
07Vestur-B36 2-0
NSÍ-HB 7-1
AB-Víkingur 7-0
TB-FC Suðuroy 2-2
EB/Streymur-KÍ 0-4




