Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henry spælir ikki fyribils

Jákup Ósá

Henry Heinesen skuldi av røttum spæla við ÍF í ár, og sáttmáli var undirskrivaður eftir farna kappingarár.

Henry Heinesen skuldi av røttum spælavið ÍF í ár, og sáttmáli var undirskrivaður eftir farnakappingarár.

Klaksvíkingurin Henry Heinesen skiftieftir farna kappingarár til ÍF. Men hetta skiftið verður møguligaav ongum, tí fyribils spælir Henry ikki fótbólt í 2016 vegnabroyttar arbeiðsumstøður.

– Síðani kappingin í fjør endaði,so eru mínar arbeiðsumstøður broyttar nógv. Eg byrjaði ínovember sum timburmaður í Danmark og har arbeiði eg framvegis ogkomi at gera tað nakrar mánaðir framyvir, um alt gongur sum taðskal. So fyribils spæli eg ikki fótbólt í 2016, sigur HenryHeinesen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Henry hevur fram til nú bara umboðað barnsdómsfelagið KÍ, har hann hevur spælt 96 dystir og skorað 15 mál í bestu deildini.