KÍ spælir týskvøldið fyrsta umfar í Champions League.
Í 1. umfari hjá KÍ stendur nógv uppá spæl og tað ræður um at fáa eitt so gott grundarlag á heimavølli sum møguligt áðrenn dystin í væntandi nógva hitanum í Luksemborg.
Vinnur KÍ 1. umfar, so hevur liðið spælt seg til røkkstøkkdystir í Conference League, sum merkir tilsamans átta altjóða dystir. KÍ skal tá fyrst spæla í 2. umfari í Champions League móti vinnaranum av dystinum millum meistararnar úr Kosovo (FC Drita) og Litava (Kauno Zalgiris). Tapur KÍ 1. umfar, so fer KÍ beinleiðis niður í Conference League, har sterk mótstøða av taparanum av dystinum millum meistararnar frá Ungarn (Gyor) og Íslandi (Víkingur Reykjavík). Tá kann tað lættliga enda við at bara blíva fýra altjóða dystir í summar.
Í pengum hevur KÍ tryggjað sær 7,2 mió. Vinnur KÍ 1. umfar, so hevur KÍ tryggjað sær 5,6 mió afturat.
Atgongumerkjasølan hevur verið opin á atgongumerki.fo í nakrar dagar. Langsíðurnar byrja at fyllast upp. Bíligastu atgongumerkini (100 kr.eins og í landskappingini) eru aftanfyri málið og sum veðurforsøgnirnar eru í løtuni, so verður turt og nærum eingin vindur týskvøldið, so tað skuldi verið gott at sitið í eystaraskýlinum. Keyp atgongumerki HER





