Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árni sálarlæknin og Meinhard postmaðurin

Jákup Andreasen

Sálarlæknin Árni Olsen hevur verið og ferðast í heimbygdini Kunoy, haðani hann var ættaður úr Árnastovu, og Meinhard hjá Skós, sum sigldi við postbátinum, krevur inn pengar fyri túrin. Meinhard var altíð fúsur til eitt prát.

Longu sum 11 ára gamal fór Árni til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og sum 15 ára gamal fór hann niður á Sorø at ganga á studentaskúla, haðani hann tók prógv. Í 1949 fekk Árni Olsen læknaprógv, og fór síðan undir serútbúgving innan neurologi og psykiatri. Hann var liðugur við útbúgvingina í 1967, og tá kom hann heim til Føroya at arbeiða.

Árni Olsen bleiv kendur sum føroyskur lækni og veruligur slóðbrótari innan føroyska psykiatri, og hann gjørdist í mong ár ímyndin av psykiatriskari viðgerð í Føroyum. Hann byrjaði sum psykiatari í Føroyum í 1967, og í 2009 varð ein serlig bringumynd av honum avdúkað á Landssjúkrahúsinum í sambandi við 40 ára stovningardagin hjá Psykiatrisku Deild. Árni vildi hava, at fólk við sálarsjúkum skuldu verða sjónlig í føroyska samfelagnum, og tað vóru havnarfólk ikki so von við frammanundan, tá hesi fólkini oftast vórðu flutt á stovn í Danmark.

Árni giftist Elisabeth úr Húsavík, og tey fingu synirnar Eyðfinn, Klæmint, Bjarna og Sjúrð. Árni gavst at arbeiða sum 70 ára gamal í 1992, og tá fekk hann eina teldu sum gávu frá arbeiðsplássinum, sum helst var hildið at verða ein ógvuliga fín gáva í teirri tíðini. Hann doyði í 2001, 79 ára gamal.