Tað er nú minni enn ein mánaði til stóru ráðstevnuna.
Fyrireikararnir skriva soleiðis um ráðstevnuna:
“Minst til at seta 28. oktobur av til ráðstevnuna á Faroexpo 2016. Høðvusheiti á Ráðstevnuni í ár er:
Almenni geirin ein avbjóðing í føroyska búskapinum.
við undirheitunum:
– Lýsing av støðuni.
– Avbjóðingar – Gongdar leiðir
– Hvat gera okkara grannalond.
Nú alt fleiri almennar uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, seta vit spurningin, hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar liggja í hesum skiftinum.
Er støddin á almenna geiranum ein hóttan móti vælferðini í føroyska búskapinum, ella er hetta rætta løtan til nýhugsan á økinum? Spurningarnir eru nógvir, sum kunnu reisast í hesum sambandi, og tí vænta vit eina spennandi og avbjóðandi ráðstevnu um hetta evni.
Fyrri parturin av ráðstevnuni er fyrilestrar, har evnið kemur at blíva lýst:
Fyrilstrarhaldararnir verða Ben Arabo, Leon Lerborg og Marita Rasmussen.
Seinni partur er eitt áhugavert kjak. Í kjakpanelinum verða :
Marita Rasmussen, Ben Arabo og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum. Orðstýrari verður Uni Arge
Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.“




