Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í Champions League hjá kvinnum.
KÍ skal møta liðum úr Litava, Kypros og Albania. Undir lutakastinum, sum kundi stroymast beinleiðis á uefa.com, bleiv eisini nevnt, at KÍ var einasta liðið í Champions League, sum hevði vunnið FM heitið 14 ferðir á rað.
Mótstøðuliðini eru hesi:
Gintra Universitetas (Litava)
Apollon Limassol LFC (Cypros)
KS Vllaznia (Albania)
Allir dystirnir verða leiktir í Litava í døgnunum 9 – 14 august.




