KÍ hevur í kvøld sett nýggjan hjálparvenjara.
KÍ hevur í dag sett nýggjan hjálparvenjara.
KÍ skrivar soleiðis í tíðindaskrivi í kvøld:
Agnar Frederiksen hjálparvenjari hjá KÍ
Ungi klaksvíkingurin verður hjálparmaður hjá høvuðsvenjarinum Mikkjal Thomasen komandi kappingarár. Seinastu árini hevur fryntligi og vældámdi Agnar Frederiksen gjørt vart við seg í ungdómsdeildunum sum venjari. Leikarar, foreldur og leiðsla hava varnast, hvussu nærlagdur Agnar er í øllum tí hann ger og hvussu góðan og smittandi hugburð hann hevur á sínar kringumstøður. Felagið hevur sum mál at styrkja felagið innanífrá og tískil er starvsetanin av 23 ára gamla Agnar sjón fyri søgn, hvussu langt ein kann koma um eiin arbeiðir hart fyri at røkka sínum málum.
– Eg eri sera fegin og eyðmjúkur um at fáa hesa stóru og spennandi uppgávuni. Liðið og felagið hava gjørt framstig hetta seinasta árið, og tað er fantastiskt at fáa møguleikan at vera við til at stýra fremsta mansliðið okkara. Eg havi eitt stórt hjarta fyri mínum barndómsfelag, sum eg havi verið partur av í meira enn 15 ár, og tí er hetta sera stórt. Eg gleði meg at fara í gongd og til samstarvið við Mikkjal og Effohópin, segði Agnar Frederiksen eftir, at hann skrivaði undir í kvøld.
KÍ formaðurin, Tummas Lervig, segði, at felagið eigur nógvar góðar venjarar í felagnum og tí var upplagt, at ein av hesum slapp framat hesum spennandi starvinum.
– Tað er umráðandi at vit vísa okkara ungu álit, eisini á venjarasíðuni. Agnar er ein seriøsur venjari, sum heilt víst fer at menna seg nógv fakliga saman við Mikkjal, segði Tummas Lervig í kvøld.
Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir Agnar til lukku við starvinum og góða eydnu.




