Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her er valúrslitið umborð á Gadus

Jákup Ósá

Umborð á flakatrolaranum Gadus hava teir eisini verið á vali í dag.

Umborð á flakatrolaranum Gadus hava teir eisini verið á vali í dag.

Men sigast skal, at eingin av teimum 31 monnunum umborð á Gadus hevur verið á vali í dag og hava ei heldur kunna givið brævatkvøðu. Tí teir høvdu ikki brævatkvøður umborð og hava ikki verið í landi í longri tíð. Og tað er Fólkaflokkurin, sum kann angra seg mest yvir tað. Tí av teimum 31 monnunum umborð, so hava heili 19 mans valt Fólkaflokkin. Allir 31 menninir luttóku á ”valinum” umborð í dag.
Úrslitið umborð á Gadus var hetta: (valluttøka: 100%)
Fólkaflokkurin 61,29 %
Sambandsflokkurin 16,13 %
Javnaðarflokkurin 6,45 % 
Nýtt Sjálvstýri 9,68 %
Tjóðveldi 0 %
Framsókn 0 %
Miðflokkurin 6,45 %
Gadus hevur meir enn 720 tons inni í kvøld.