Tað er nú rættiliga ymiskt hvussu hesi ymsu halda, at kringumstøðurnar skulu vera, fyri at samfelagið skal vera meiri ella minni væleydnað. Kendi tónleikarin frá mínari tíð Frank Zappa segði einaferð: “You can´t be a real country unless you have a beer and an airline. It helps if you have some kind of a football team, or some nuclear weapons, but at the very least you need a beer. “Tú ert ikki ein verulig tjóð eigur tú ikki eina bjór og eitt flogfelag. Tað hjálpir uppá tað, hevur man eitthvørt fótbóltslið, ella nakað av kjarnorkuvápnum, men undir øllum umstøðum er tørvur á eini bjór.” Ein føroyskur politikari setti einaferð orðini hjá Zappa inn í ein føroyskan kontekst: ”Ein tjóð fær ikki rópt seg eina slíka eigur hon ikki eitt fótbóltslandslið, eitt nationalt bryggjarí og eitt tjóðarflogfelag.” Hetta segði Tórbjørn Jacobsen, komandi borgarstjóri, í røðu til móttøku hjá RÁS7 á Saltangarrá
Her eru eingi reyð ber
Tað er nú rættiliga ymiskt hvussu hesi ymsu halda, at kringumstøðurnar skulu vera, fyri at samfelagið skal vera meiri ella minni væleydnað. Kendi tónleikarin frá mínari tíð Frank Zappa segði einaferð: “You can´t be a real country unless you have a beer and an airline. It helps if you have some kind of a football team, or some nuclear weapons, but at the very least you need a beer. “Tú ert ikki ein verulig tjóð eigur tú ikki eina bjór og eitt flogfelag. Tað hjálpir uppá tað, hevur man eitthvørt fótbóltslið, ella nakað av kjarnorkuvápnum, men undir øllum umstøðum er tørvur á eini bjór.” Ein føroyskur politikari setti einaferð orðini hjá Zappa inn í ein føroyskan kontekst: ”Ein tjóð fær ikki rópt seg eina slíka eigur hon ikki eitt fótbóltslandslið, eitt nationalt bryggjarí og eitt tjóðarflogfelag.” Hetta segði Tórbjørn Jacobsen, komandi borgarstjóri, í røðu til móttøku hjá RÁS7 á Saltangarrá
So ber til at spyrja: “Hvørjar kvalitetir skal ein býur eiga í sær, skulu borgararnir kunna rópa seg uppá at búgva í einum veruligum býi?” Tað venda vit aftur til.
Fjølmiðlarúmið í Føroyum er nógv broytt í mínari tíð. Útvarpið var álitið, og var tú so heppin at vaksa upp í einum heimi, har øll tey politisku bløðini vórðu hildin, so kundi samankókið av hesum øllum geva tær eina rímiliga mynd av samfelagnum, man var ein partur av. Tær politisku traktatirnar lótu lív ein fyri og onnur eftir. Sjálvt ein mastodontur sum Dimmalætting hóraði ikki undan, og síðani fekst politisk undirtøka fyri at liberalisera loftrúmið, og tá stungu aðrir møguleikar seg upp. Trýstir tú á scan í bivreiðuni og frekvenskringekjan fer á glið, so hakar í ymsar staðir, Lindin, Útvarpið, Kizz, Vox Pop og nú í eina rúma tíð hevur R7 kjálkað seg upp í hetta segmentið. Higartil hevur tað bara verið tónleikur, men hesin var dagurin, tá Petur og hansara fólk hava sett sær fyri at taka til sín í loftrúminum, til tess at veita fólki stoff til eftirtanka, kann eg ætla. Nú kenni eg ikki visiónina tíansheldur endamálsorðingina fyri støðina, men teir lanseraðu studiovertirnir eru nú ikki hvørjir sum helst.
Minnist best orðið coctail frá einum av snellutúrunum eg var við “Vørðukletti” úr Leirvík undir Íslandi. Hampuligur túrur. Kortini í longra lagi. Provianturin gekk undan, og tríggjar teir seinastu sólarringarnar vóru bara nøkur konserveraði coctail fruktblikk eftir – onki annað. Vóru tey rósað í rullinum og buglað, kundi lítil leki hava verið, og tá var alt spilt, men í svongdini var tað gott at súpa hesar ymiskt littu og sundurskornu fruktirnar uppúr søta lakanum. Tær vóru ymiskar á liti, serliga í brigdinum frá gulum yvir í grønt, men eg minnist serliga væl hetta reyða berið, sum ongin kundi torga. Skundur var sjálvsagt altíð á, dorgin og upsin á Stokknesgrunninum bíðaðu, og hetta reyða berið spýttu vit yvir lúnningina, táið vit aftur stóðu og snoraðu og snýstu upp í ættina á Suðurlandinum.
Hetta kom mær til hugs, nú eg sá hetta herliðið hjá Peturi, sum fer at hava støð her í Heiðunum – í Saltangará. Brigdaðir ymiskt í litum, Breckmann, Abrahamsen, Djurhuus og Eivind Jacobsen av Strondum. Og ikki at forgloyma legendarisku Norðlýsis-feðgarnir og Dáva-menninir Oliver og John William. Her eru ongi reyð ber, sum skulu spýtast útaftur. Hetta eru kendir menn, havi samstarvað við Helga í Løgtinginum, átti einaferð eitt málingavirki saman við Eivindi og fleiri øðrum og vit báðir Óli Breckmann hava gingið flestu loynistíggjar í politisku skipanini saman. Serliga hugsi eg um tíðina, tá vit huseraðu sum samgongumenn í fíggjarnevndini. Ongin roknaði við nøkrum, tey flestu yptu øksl, hvat skuldu tveir charlatanar av hasum calibrinum, rímiliga væl fyri oman fyri hálvsvølin og tað minni til praktiskan politikk, fáa burturúr í hesi tyngstu politisku nevndini? Haldi at vit tóku alt establishmentið við nøsini, einastu ferð nakrantíð skarvaðu vit av almenna rakstrinum í mun til landsstýrisuppskotið, heilar 93 mió. kr., og tað fleyg ígjøgnum við triðju viðgerð uttan eitt einasta broytingaruppskot yvirhøvur. Karsten fíggjaroddviti – finansheysurin, sum Virgar Dalsgaard rópti hann – var í øðini, hann møtti ikki til endaligu viðgerðina, nú hann var yvirhálaður av yvirmaktini. Av fíggjar- og búskaparligu commando-celluni, sum Óli plagdi rópa okkum. Enn sæst farvegurin av hesum í hagtølunum, tá hetta er einasta brotið á vaksandi útreiðslugongdini hjá teimum almennu Føroyum yvir nógv ár.
Ivaleyst hevur okkara lokali Keith Rupert Murdoch – søldfirðingurin Petur Jacobsen – sett teimum virkandi á støðini ein setning. Onkur javnvág má vera, samfelagið tveitir seg á ymsar bógvar, stútt og støðugt, og longu í gjár kom fyrsti fyrispurningurin til havnarmeistaran við Runavíkar havn, um hann kundi koma í eitt kjak við Sjúrð Olsen, havnanevndarformann í Tórshavn, um havnaútbyggingar ein av næstu døgunum. Eivind verður chefdomptørur í hesi sendingini, og spennandi verður at hoyra hvussu hesin ídni samfelagsdebattørurin fer at koma sær burturúr tí at stjórna tveimum so ótamdum politiskum hestum sum mær og Sjúrði.
Sjálvur eri eg tað sum uppá tað nærmasta kann rópast fyri at vera ein radionarkomanur. Mettist ikki av tíðindum og skilagóðum sendingum, og m.a. taki eg ikki telefonina, tá høvuðstíðindini eru á miðdegi og á náttverða í Útvarpinum. Á sama hátt við avísum, eg elski avísir. Mikrofonhaldarí keðir meg hinvegin, markleyst, tí er gott við broddi, og ein slíkan vænti eg at fáa umvegis hesa nýggju støðina R7. Nú veit eg ikki hvør agendan er hjá nýggju støðini, men tað er lurtarin sjálvur sum eigur leiklutin at stilla meskarnar í filtrinum og at sortera tað varpaða, líkamikið hvaðani tað kemur, tí objektivitetur er yvirhøvur líka lítið eyðsýndur í okkara tíð, sum tað er at finna eina stoppinál í einari des.
Nógv kapping er í loftfjølmiðlunum í løtuni. Útvarpið, sum í okkara ungu døgum virkaði sum eitt slag av Pravda, har var onki annað, er nú í kapping við fleiri privatar rásir, men leypurin við almenna góðsinum ger kortini gongulagið hjá almenna stovninum tryggari enn hjá privatu rásunum, ið mega dúva uppá egnar inntøkur. Takið er at fáa tað at bera til, fíggjarliga, og Petur hevur í mong ár prógvað, at tað ber til at virka á hesum økinum við egnari megi. Vónandi lyftir hann eisini hesum átakinum, sum hann í dag knæsetur her í býnum.
Útvarpslurt og radiobylgjur hava altíð imponerað fólk. Sum børn hildu fleiri javnaldrar, at Niels Juel sat inni í júst teirra lurtitóli, tað helt eg kortini ikki, tí eg kendi hann, hann var giftur mostur míni, og tí visti eg, so trivaligur sum hann var, at hann ikki rúmtist í okkara lurti. Umborð í skipum hugsaðu teir eisini um slík viðurskifti. Sagt verður um gamla skiparan Malvinus í Vátutoft, at honum dámdi væl at vera snøggur og soigneraður. Uppilagstur á eldri árum var hann aftur farin ein túr við Sigurfara. Í mun til aðrar rakaði hann sær sunnudagur, og var dagurin góður, sat hann á dekkinum og fekk vøksturin av sær við barberblaðnum. Liðugur tann eina dagin fór hann niður undir at skaffa. Komin nakað niður úr kappanum hoyrir hann norðmannin hurra í hátalaranum. Kvøðuljómar. Teir spæla “Vi er på sejltur, med Jesus ombord.” Tá sangurin er liðugur letur í honum: “Man nakað ferðast skjótari enn radiobylgjan?” Tá hálaði ein fugloyingur lúkuna frá rekkjuni og svaraði: “Ikki veit eg, men lomvigan flýgur óluksáliga skjótt, tað veit eg.”
Aftur til Frank Zappa. Skal ein býur av røttum rópa seg ein bý, so má hann hava ein svimjingarhyl, eina longri bryggju enn vit nú hava og eina radiostøð. Í dag er radiostøðin komin, vónandi setur kommunan pening av til prosjektering av svimjingarhylinum fyri fíggjarárið 2016 og havnaútbyggingina taka vit upp saman við Sjúrða Olsen og Eivindi Jacobsen í R7 um nakrar dagar. Tað er farið at líkjast, og til endans fari eg fyri meg sjálvan og vegna Runavíkar kommunu við borgarstjóranum Magnusi Rasmussen á odda at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við støðini – og ynskja tykkum Guðs signing og bestu eydnu í tíðini sum kemur.




