Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her eru ræðuligu hagtølini hjá KÍ fyrsta dyst eftir summarsteðgin

Jákup Ósá

Tað er næstan ongantíð hent seinastu 14 árini, at KÍ hevur vunnið fyrsta dystin eftir summarsteðgin.

Sunnudagin byrjar landskappingin í Effodeildini aftur. KÍ spælir móti TB/FC Suðuroy/Royn. Júst fyrsti dystur eftir summarsteðgin hevur verið ein óvanliga trupul avbjóðing hjá KÍ seinastu 14 árini. Bara tvær ferðir hevur tað eydnast KÍ at vunnið fyrsta dyst eftir summarsteðgin hesi 14 árini.

2003: VB-KÍ 1-0

2004: B68-KÍ 1-1

2005: NSÍ-KÍ 1-0

2006: KÍ-EB/Streymur 1-4

2007: KÍ-Skála 1-0

2008: KÍ-B68 0-1

2009: KÍ-B68 2-4

2010: KÍ-Víkingur 2-4 (1.deild)

2011: KÍ-B71 1-2

2012: TB-KÍ 1-6

2013: HB-KÍ 3-0

2014: B36-KÍ 2-1

2015: EB/Streymur-KÍ 4-4

2016: KÍ-ÍF 2-4

Dystir: 14

KÍ vunnið: 2

Javnleikur: 2

KÍ tapt: 10

Talan hevur verið um sera málríkar dystir. Málmunurin hjá KÍ hevur verið 21-32. Tað merkir 3,8 mál í miðal pr. dyst. Tað eru 5 ár síðani, at KÍ vann fyrsta dystin eftir summarsteðgin. Dysturin sunnudagin byrjar kl. 15.00 og tá fæst at vita, um KÍ megnar at bróta keðiligu hagtølini fyrsta dyst eftir summarsteðgin.

Mynd: Danial Viðoy