Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her í Búðatrøð verða nógv niðurløg fyribyrgd

Oliver Joensen

Búðatrøð er stovnur undir Norðoya búð- og heimatænastu. Búðatrøð er eitt dagtilhald til fólk sum eru vorðin minnisveik. Her kunnu tey koma í dagtímunum, her væl verður tikið um tey. Samstundis sum Búðatrøð lættir um hjá teim avvarðandi, so fáa brúkararnir professionella umsorgan her.

Fyri stuttum flutti dagstovnurin í egin høli í røktarheiminum Við Vágna, eftir at hava búleikast í hølum á Norðoya Røktarheimi, har tey hava skift um hølir við aðrar røktaruppgávur. Fyri at gera eitt sindur burturúr, at stovnurin nú er fluttur í egin høli og fyri at vísa hølini fram til avvarðandi at brúkarum, varð skipað fyri lítlari samkomu í hølunum Við Vágna í gjár. Leiðarin á Búðatrøð bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð, síðani borgarstjórin, Jógvan Skorheim við nøkrum fáum orðum.

Aftaná tað, segði Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari á Norðoya Búð og heimatænastu nøkur orð, sum vit prenta niðanfyri. Eftir røðuna var bjóðað kaffi og annað gott til øll tey, ið góvu sær stundir til løtuna.

Marna Ellingsgaard Jensen segði:

Tað er mær ein gleði at bjóða tykkum øllum vælkomnum til hesa hugnaløtu í dag, har vit hátíðarhalda, at Búðatrøð hevur fingið egin hølir.

Eg veit, at tit, sum starvast her, Annika Vágsheyg, Burna Hentze, Gunnvá Müller, Ingrid Heinesen, Jutta Hansen og Oda W. Samuelsen, eru fegnar um at Búðatrøð nú hevur fingið egin hølir, og at tit síggja tað sum eina viðurkenning av tykkara arbeiði.

Fra desember 2007 og inntil summarið 2015, høvdu tit ikki onnur hølir enn tey, tit deildu við onnur. Men nú – tvs. í juni í fjør – er Búðatrøð so komin í egin hølir. Hvønn dag frá uml. 8.30 – 16.30 koma uml. 10 fólk, sum hava demenssjúku, í Búðatrøð.

Eg veit, at tit gera alt, hvat tit kunnu, fyri at tey, sum hava demenssjúku, skulu kenna seg viðurkend og kenna seg væl, soleiðis at tey hava hug at koma aftur næsta dagin….. Eitt sermerki fyri persónar við demenssjúku er, at tey helst ikki fara út ímillum frísk, tí har verða spurdir so nógvir spurningar…

Tað er ein sannroynd, at menniskju við demensi kenna seg isolerað og avskorin frá nærumhvørvinum og samfelagnum sum heild. Somuleiðis er evidensur fyri, at isolatión og einsemi skundar undir kognitivan førleikamiss hjá menniskjum við demensi. Tí er hetta arbeiðið so týdningarmikið!

Persónar við demenssjúku eru ofta sera illa fyri og hava tørv á professionellari røkt og umsorgan – og tað fáa tey her.

Fólk við demenssjúku uppliva so heilt ótrúliga nógv niðurløg gjøgnum dagin, tí tey minnast kanska ikki og skulu brúka so nógva orku uppá at finna út av at vera til.

Her í Búðatrøð verða nógv niðurløg fyribyrgd.

Í staðin so royna starvsfólkini at hjálpa brúkarunum við at minnast og hjálpa teimum at kenna seg væl. Her verður nógv prátað, sungið og flent.

Við rættari viðgerð og hjálp ber til at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivna, hóast sjúku.

Eitt av endamálunum við Búðatrøð er eisini at hjálpa teimum avvarðandi við at vera avvarðandi. Hetta eru tit í Búðatrøð sera væl egnaði til við tykkara høgu kompetensu.

Og við vegleiðing, ráðgeving og undirvísing verður familjan stuðlað, so hon gerst betur før fyri at veita tann stuðul og ta hjálp, sum krevst at vera um ein avvarðandi, sum hevur fingið eina demenssjúku.

Um tey avvarðandi ikki fáa rætta stuðulin og vegleiðingina, so gerast tey tyngd og kunnu eisini blíva sjúk av strongd. Hetta síggja vit ofta. Avvarðandi eru ofta sera nógv inndrigin í sjúkugongdina og heima mugu tey hjálpa teimum við nógvum uppgávum, so sum at halda skil á, hvat tey skulu og hvar tey eru. Seinni hjálpa tey eisini við heilt grundleggjandi uppgávum so sum at eta og lata seg í.

Dagtilboðið í Búðatrøð skal eisini gera tað møguligt hjá menniskjum við demensi at búleikast heima sum longst. Arbeiðið í Búðatrøð er við til at útseta innflytingina á bústovn.

Sum leiðari fyri NBH vil eg fegin takka tykkum í Búðatrøð fyri tykkara megnar arbeiði. Og ynskja tykkum alt tað besta við arbeiðnum her í Búðatrøð.

Eisini vil eg takka stýrinum fyri avgerðina um, at Búðatrøð skal húsast her.

Eg havi eina kenslu av, at tað er sera gott samstarv millum starvsfólkini her og tey avvarðandi hjá teimum, ið hava demens og koma her. Tað vil eg eisini takka tykkum avvarðandi fyri – bæði fyri tað megnar arbeiðið, tit gera, og tykkara samstarvssinni.

Tað eru nógv onnur, sum eisini hava uppiborið eina tøkk. Her hugsi eg um samstarvsfelagar á Norðoya Røktarheimi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi og ikki minst Elsbu Lützen, sum setti Búðatrøð á stovn.

Harleyfacadeacryl