Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her krevst ein frágreiðing

John William Joensen

Í nýggju fíggjarætlanini fyri 2016 verður játtanin til Landssjúkrahúsið hækkað við 5 milliónum, meðan Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús onga hækking fáa, heldur ikki til prís- og lønarhækkingar. Norðlýsið vendi sær til Jógvan Skorheim, borgarstjóra, um eina viðmerking.

Í nýggju fíggjarætlanini fyri 2016 verður játtanin til Landssjúkrahúsið hækkað við 5 milliónum, meðan Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús onga hækking fáa, heldur ikki til prís- og lønarhækkingar.

Norðlýsið vendi sær til Jógvan Skorheim, borgarstjóra, um eina viðmerking.

– Hetta er ikki ein haldbar loysn. Vil man hava tryggleika í norðurøkinum í Føroyum, so er neyðugt at uppraðfesta heilsuverkið – eisini í norðurøkinum. Tað at fáa somu játtan sum árið fyri, er jú í veruleikanum ein lækking av játtanini, tí hvørt ár fer fram ein prís- og lønarvøkstur. Tí er hetta útspælið ein niðurlaging av Klaksvíkar sjúkrahúsi, og eg vænti og vóni, at landsstýriskvinnan fer at greiða okkum nærri frá hesi ætlanini, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Hetta má ómøgiliga blíva endaliga úrslitið, tá ið endaliga fíggjarlógin verður samtykt í løgtinginum.

– Um hetta veruliga er ætlanin, so sær framtíðin ikki bjørt út fyri borgararnar í rættiliga stórum parti av landinum. Vónandi verður hetta ikki tann endaliga fíggjarjáttanin, og landsstýriskvinnan má koma við eini frágreiðing. Eg nokti at trúgva, at landsstýrið ætlar eina niðurlaging av Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tí ivist eg ikki í, at landsstýriskvinnan fer at greiða okkum nærri frá, hvat ætlanin er við sjúkrahúsverkinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.