(Finalan um Løgmanssteypið) Er fæst øll kunning um túrin við Smyrli leygardagin.
(Finalan um Løgmanssteypið) Er fæst øll kunning um túrin við Smyrli leygardagin.
Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari, sigur við Norðlýsið, at Smyril fer at leggja at á Kósabryggjuni. Fólk skulu ganga gjøgnum los hurðina. Tað merkir, at eingir bilar sleppa við, men koyristólar o.s.v. er eingin trupulleiki at fáa við, sigur hann. Túrurin suður fer væntandi at taka fimm korter.
Smyril kemur á Klaksvík leygardagin kl. 13.15 og beinanvegin tá sleppa fólk umborð. Fráferð er kl. 14.00. Túrurin við Smyrli er langt síðani útseldur og tað merkir, at umleið 975 ferðafólk vera við á túrinum, um øll møta upp.




