Hervið verður boðað frá, at Herálvur Joensen er settur í starv sum stjóri í Føroya Reiðarafelag, skrivar Føroya Reiðarafelag.
Hervið verður boðað frá, at Herálvur Joensen er settur í starv sum stjóri í Føroya Reiðarafelag.
Herálvur er 51 ár og útbúgvin løgfrøðingur og kemur úr starvið, sum deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni.
Herálvur varð eisini fyrsti aðalstjórin á Oljumálaráðnum, sum hann var við til at byggja upp, í samband við fyrstu útbjóðingarrundu eftir olju á føroyska landgrunninum. Seinni hevur Herálvur verið aðalstjóri á Fiskimálaráðnum, til hann í 2006 bleiv sendimaður á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn.
Herálvur hevur verið deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, síðan 2011, men tekur nú við stjórastarvinum í Føroya Reiðarafelag tann 1. mai 2013
Vegna Føroya Reiðarafelag
Símun Hammer
Leiðari í setanarbólkinum




