Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Herborg telvar í Noregi

Norðlýsið ÍTROTTUR

Fremsti kvinnuligi telvari okkara, Herborg Hansen úr Klaksvík, luttók farna vikuskiftið í talvkappingini “Bergen Grand Prix”.

Fyri tíð síðan flutti Herborg Hansen fyribils bústað til Noregs, har hon í løtuni tekur tvey tey seinnu árini av studentsútbúgvingini á Red Cross Nordic United World College Foundation í Noregi.

Áðrenn Herborg fór til Noregs hevði hon í fleiri ár brúkt nógva tíð og orku upp á telvingina, sum eisini hevði givið góð úrslit, tí í dag er hon at meta sum fremsti føroyski kvinnuligi telvari.

Men tá ið hon fór til Noregs, roknaði hon ikki við at skula gera tað nógva við telvingina har, tí nú var tað skúlagongin, sum fekk fyrstu raðfesting, og ta fyrstu tíðina gjørdi hon heldur ikki tað stóra við telvingina.

Men í seinastuni hevur Herborg telvað eitt sindur. Í øllum førum hevur hon nú luttikið í onkrum kappingum.

Síðsta vikuskiftið luttók hon í Norsku Grand-Prix telvingini – BERGEN GRAND PRIX. Kappingin fór fram í Bergen í døgunum 28. – 30. november 2008.

Hetta er seinna Grand Prix kappingin hjá Herborg í Noregi. Hin fyrra varð telvað í Bergen 3. – 5. oktober 2008.

Úrslitini hjá Herborg vóru 2 ósigrar, 2 javnleikir og 1 sigur, og hon fekk tí samanlagt 2 stig, sum gav eitt  10. pláss av íalt 14 luttakarum í bólki A.