Herborg Torkilsdóttin hevur givið út eitt nýtt staklag, sum kallast “Vinarliga bíða við”.
Lagið er ein eftirfylgjari av lagnum “Náttin var okay”- hvat hendi, tá náttin var okay, tey gjørdust par og gerandisdagurin vísti sítt andlit? Kanska hetta?
Herborg eigur orð og lag, meðan Danny Beck úr Manchester hevur framleitt,
Ì lagnum hoyra vit m.a.um ein “Jan”, sum altíð ringir og órógvar, tá ætlanin er at hugna sær saman sum par. Ì samband við útgevingina, hevur Herborg sett eina kapping í gongd á sínum facebookvanga, www.facebook.com/herborgtorkilsdottir, har hon biður fólk, um at frámerkja onkran, sum tey síggja sum ein “Jan”- longu nú hava fleiri luttikið. og vinnarin verður funnin nýggjársaftan.
Leinkja til Youtube:
https://youtu.be/5qHiqkyeeCc
Leinkja til Spotify:
Vinarliga Bíđa Viđ · Herborg Torkilsdóttir (spotify.com)


