Higartil hava vit trilvað okkum eitt sindur fram við caféini, síðani vit byrjaðu í desember mánaða, sigur Jóhannes Brandal, stjóri. Um jólini og nýggjárshátíðina var stongt, men 20. kvøld lótu vit upp aftur, og eg má siga, at eftir umstøðunum hevur verið væl vitjað, tí vit hava ikki lýst við caféini til nú, men hóast tað hevur vitjanin verið nøktandi.
Vit hava opið frá kl. 11 fyrrapart og servera dagsins rætt á miðdegi, eisini ber til at taka døgurðan við út av húsinum, um tørvur er á tí. Opið er til klokkan seks á kvøldi. Tá døgurin er av um tveytíðina, bjóða vit lættari rættir so sum nachos, ið er ógvuliga væl móttikið av teim ungu.
Viðskiftafólk hava spurt, um vit ikki eisini fara at hava opið um kvøldarnar, men hartil eru vit ikki komin enn, men sjálvandi, er ein tørvur har eisini, so verður tað umhugsað. Sigur Jóhannes Brandal at enda og leggur afturat, at Herefore Café hevur telefonnummar 454554.




