Herferðin hjá Sea Shepherd fekk eina so katastrofala byrjan at felagskapurin er í villareiði, siga fólk sum hava vitjað frá felagsskapinum í norðoyggjum. Tað byrjaði við at felagskapurin vannvirdi Merkið við at evna føroyska tjóðarmerki saman við skøltum frá deyðum fólkum. Hetta skapti eina ógvusliga øsing á sosialu miðlunum og ein avleiðing hevur verið at fólk í nógv størri mun enn vanligt hava tikið frástøðu til felagskapin, eisini føroyingar sum áður hava sagt seg taka undir við sjónarmiðunum hjá felagskapinum hava umvegis facebook tikið frástøðu.
Herferðin hjá Sea Shepherd fekk eina so katastrofala byrjan at felagskapurin er í villareiði, siga fólk sum hava vitjað frá felagsskapinum í norðoyggjum. Tað byrjaði við at felagskapurin vannvirdi Merkið við at evna føroyska tjóðarmerki saman við skøltum frá deyðum fólkum. Hetta skapti eina ógvusliga øsing á sosialu miðlunum og ein avleiðing hevur verið at fólk í nógv størri mun enn vanligt hava tikið frástøðu til felagskapin, eisin føroyingar sum áður hava sagt seg taka undir við sjónarmiðunum hjá felagskapinum hava umvegis facebook tikið frástøðu. Meðan bíða hevur verið eftir grindaboðum hevur verið roynt at skapa miðlaumtalu, men tá vit í gjár tosaðu við nøkur ung fólk frá Sea Shepherd viðgingu tey at byrjanin hevði verið ein katastrofa og sjálvi umhugsaðu tey at fara heim.




