Vinna KÍ kvinnurnar sunnudagin, so verður tað ein serligur dagur, tí tá hevur KÍ vunnið 15 meistaraheitir á rað og tað er eitt bragd, sum neyvan nakar fer at endurtaka her á landi.
Heri Ellingsgaard er umboðsmaður fyri KÍ kvinnunum og hevur verið tað í nøkur ár.
– Tummas Lervig spurdi meg, um eg kundi taka mær av besta liðnum hjá kvinnunum burturav. Tað inniber, at eg havi alt við tað fíggjarliga at gera og standi fyri Champions League túrunum, sum jú eru á hvørjum ári, tá liðið vinnur sum nú. Og annars skulu allir spurningar vendast til mín, tá tað umfatar besta kvinnulið, so ein kann siga, at eg eri ein millummaður millum leiðslu og liðið, sigur hann.
Heri gleðir seg nógv til dystin sunnudagin.
– Eg vænti sjálvur, at KÍ bankar ÍF/Víking av og vinnur sostatt 15. FM heitið sunnudagin. Tað verður nakað heilt serligt, tí hetta hevur einki annað lið nakrantíð klárað. Man blívur bitin av hesum, tá man stendur liðnum so nær, og tá liðið vinnur so nógv. So tað verður ein serligur dagur sunnudagin, um KÍ væl at merkja vinnur dystin, sigur Heri.
Kannar metið
Í 2013 skrivaði FaroeSoccer soleiðis um KÍ kvinnurnar og heimsmetið, sum var ávegis:
Longu í 2005 settu KÍ-kvinnurnar nýtt føroyskt met, tí tá slógu tær metið hjá legendariska 66-liðnum hjá KÍ, sum hevði vunnið meistaraheitið 5 ferðir á rað frá 1966 til 1970. Í 2012 løgdu tær seg ájavnt við menninar hjá norska Rosenborg, sum hevur megnað at vunnið meistaraheitið 13 ferðir á rað frá 1992 til 2004.
Málið hjá KÍ-kvinnum er at strúka avstað við evropeiska metinum, sum mennrnir hjá Skonto Riga eiga. Skonto Riga vann heimligu kappingina frá 1991 til og við 2004, sum er 14 í tali.
Heimsmetið fyri flest meistaraheiti á rað, eigur – haldið tykkum fast – Tafea FC, sum liggur í Port Vila, sum er høvuðsstaður í oyggjalandinum, Vanuatu. Frá 1994 til og við 2009, vunnu menninir hjá Tafea FC meistaraheitið 15 ferðir á rað.
Heri Ellingsgaard sigur, at hann í løtuni kannar, um hetta metið hjá Tafea FC er alment galdandi.
– Eg havi sent fyrispurning til FIFA um at fáa greiðu á, hvat heimsmet er alment galdandi. Men FIFA sigur seg ikki hava nakað við feløg at gera. So í vikuni sendi eg spurning til fótbóltssambandið í Vanuatu fyri at fáa greiðu á, hvussu teirra met hongur saman. Sum eg skilji tað, so er tað bara ein partur av landinum sum kappast og kann tað samanberast við, at HB, B36, og AB kappast um at vinna í Tórshavnar Kommunu. Tá er talan ikki um eitt heimsmet, sum kann vera alment galdandi fyri fótbólt. Men undir øllum umstøðum slær KÍ heimsmetið hjá kvinnunum og í ringasta føri koma vit ájavnt við heimsmetið hjá monnum, sigur Heri Ellingsgaard.
”Feira” heimsmetið 18. oktober
Heri sigur, at heimsmetið verður alment ”feirað” 18. oktober, tá seinasti landskappingardystur er á skránni. Bæði til dystin og annars rundan um fer tað at merkjast, at hetta er eitt serligt ár hjá KÍ kvinnunum, sigur Heri Ellingsgaard uttan at avdúka alt ov nógv.




