Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heri olsen gevur út Yrkingarsavnið 31

Danial Viðoy

Heri Olsen er 41 ára gamal og ættaður úr Sandavági. Hann er búsitandi í Keypmanna­havn og hevur síðstu árini starvast sum sølumaður.

Heri Olsen er 41 ára gamal og ættaður úr Sandavági. Hann er búsitandi í Keypmanna­havn og hevur síðstu árini starvast sum sølumaður.

Savnið 31 er tað fyrsta hann letur úr hondum undir forlagnum Vølvuni.

Góð 100 ár eru liðin síðani Føroya fyrsta yrkingasavn sá dagsins ljós og savnið er eisini hesum til heiðurs.

Í hesum andanum eru samtíðar yrkingar prýddar í eldri búna og vovnar inn í gamla klassiska sniðið.

Hetta gevur savninum eitt litfagurt flog.

Við savninum 31, fara vit saman við yrkjaranum ígjøgnum huga,- og alheim, har vit nema við stóru og tíðarleysu evinini, ið jarðarinnar lív býðir okkum.

Savnið er at fáa í sølubúðum kring landið og á netinum.

Úr savninum :

Eg ferðist inn í heimin Leikandi løtt

dalandi nidur í innaru løg  yvir hugans dal

av einum tilvitið av avkrókum til kenslunar

djúpasta kenslan av lívi. streingjandi tónar

Eg finni mín longsil inni í glitrandi gimsteim

kærleika og gloymsku í barmi hon ber

ein yrkjari mettur av orðum í angan av

ein sorg troytt av tárum. sólstráludansi

Ein kærkomin friður ein drotning

ein fest inn í hjartað av dýrdar morgun

ein leitan eftir sælu hon bleiktrar

hugtikin av ongari tíð. um samkensluhav

Ein løta av ljóði í norðlýsins stjørnu

úr einum staði hon dýrgripin ber

eg hevdi gloymt tann elskandi

og har var eg aftur. sorgleysa

kvinnan.