Hann tekur sætið fyri Onnu Falkenberg, sum er farin í farloyvi
Klaksvík hevur fingið ein nýggjan løgtingslim. Hetta gjørdist greitt fyrrapartin, tá Anna Falkenberg úr Sambandflokkinum valdi at fara í farloyvi úr løgtinginum og heldur røkja sín fólkatingssess.
Hermann Samuelsen fekk 258 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum. Hermann Samuelsen situr í Klaksvíkar býráð, har hann er formaður í Teknisku Nevnd.



