Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hertogafrúan av Cambridge innløgd í samband við barnsburð

John William Joensen

Bretska kongshúsið skrivar í tíðindaskrivið at Hertogafrúan av Cambridge var av manni sínum, Hertoganum av Cambridge, koyrd til St. Mary sjúkrahúsið í vestur London í samband við at hon nú er komin til at eiga.

Bretski Premier Ministarin, David Cameron, segði við BBC í morgun at hetta vóru sera spennandi tíðindi.

– Saman við Bretska fólkinum, bíðjað vit í spenningi og vóna at alt gongur gott.

Sambært Bretska kongshúsinum kenna hvørki mamman ella pápin hvat kyn barnið er.

Barni verður nummar fýra í røðini til bretsku trúnuna aftanfyri abban, Prins Charles og pápan, Prins William og beiggja sín, Prins George.

Altjóða fjølmiðlar savnast í hópatali uttan fyri sjúkrahúsið har nýggi arvingurin til bretsku trónuna er væntaður hvørja løtu.

Les meira her

Harleywoodpaint