Enn er ógreitt, hvørjir gerningsmenninir eru.
Tá arbeiðsmenn skulu seta upp í morgun sóu teir beinanvegin, at har var ikki alt sum tað átti at vera.
Norðlýsið tosaði við arbeiðsmenn á staðnum og teir søgdu, at bæði telt og hegn var skrætt niður, tá teir komu til arbeiðis at seta upp í morgun. Okkurt tilfar kundi ikki brúkast aftur. Tað var í umráðnum ímillum Eik og Posthúsið, at herverkið var gjørt. Hetta gjørdi, at teir sum seta hegn og telt upp, í morgun hava sett alt uppaftur og nú seinnapartin var alt komið uppá pláss aftur. Norðlýsið veit ikki, hvør hevur gjørt skaðan. Men nógv fremmand fólk var komið til Klaksvíkar longu í gjár, tá nógv meira fólk var í býnum enn eitt vanligt mánakvøld.




