Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Herverk kring um í Klaksvík

John William Joensen

Politiið hevur góð spor at ganga eftir og er í ferð við at finna herverksmennirnar

Í nátt var m.a. framt herverk við fótbóltsvøllin í Klaksvík. Tvørsteingin á málinum niðan móti Tummas Thomsen  var oyðiløgd og eisini er frætt um onnur smærri herverk kring um í býnum.
Menn frá Kommununi vóru seinrapartin í ferð við at skifta málini út.
Tað hevur leingi verið arbeitt við at fáa nýggj mál upp við fótbóltsvøllin á Djúpumýru og tí lógu nýggjar málstengur á goymslu hjá Skipafelagnum.
– Hetta var sera heppið tí hetta kundi komið illa við um vøllurin ikki var tøkur til fótbólt, sigur Jón Harald Poulsen, frá vegadeildini hjá Kommununi.
 
Politiið góð spor at ganga eftir
– Vit skulu hava svar úr Danmark upp á nøkur fingramerki, áðrenn vit fremja handtøkur í málinum, verður sagt av politistøðini í Klaksvík og sum Norðlýsið skilir so hevur politiið greiða ábending um hvør tað er sum hevur framt herverk um vikuskiftið.