Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hervilig hugnaløta

Danial Viðoy

Í sambandi við trygga sigurin á barnavalinum 2015 bjóðar Herviligi Henry til herviliga hugnaløtu á barnabókasavninum á Býarbókasavninum í Havn leygardagin 12. september kl. 13.

Í sambandi við trygga sigurin á barnavalinum 2015 bjóðar Herviligi Henry til herviliga hugnaløtu á barnabókasavninum á Býarbókasavninum í Havn leygardagin 12. september kl. 13.

Kl. 13.00-13.30 lesur Bergur Rasmussen upp úr nýggju bókini Herviligi Henry vekir tey deyðu, har Henry stillar upp til skúlastýrisval.

Vallyftið hjá Henry til barnavalið var “Ja til bomm. Hvønn dag.”, men hann hevði satt at siga ikki væntað, at eitt slíkt populistiskt vallyfti var nóg mikið til at vinna valið, og tí roynir hann nú at skáka sær undan og hevur sett saman uppskriftaheftiðBOMM HVØNN DAG, so veljararnir sjálvir kunnu gera sær góðgæti. Uppskriftaheftið verður at fáa á herviligu hugnaløtuni leygardagin.

Allan dagin (kl. 10-16) liggja Herviligi Henry-uppgávuørk frammi.

Henry hevur brotið sær (og Fríðriki) sparibússuna og bjóðar hendan eina dagin børnunum BOMM. Henry leggur dent á, at hetta er at meta sum eitt undantak, av tí at tað liggur honum øgiliga fjart at bjóða øðrum nakað, sum hann hevði viljað havt sjálvur.

Harleywoodpaint