Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hesar dagar verður Summar Festivalurin í 2025

Jóhann Lützen

Summar Festivalurin hevur ásett dagarnar fyri festivalin í 2025

 

 

Summar Festivalurin 2024 er liðugur. Festivalurin var ein av teimum heilt góðu. Veðrið spældi við, serstakliga leygarkvøldið, og nógv fólk var á festivali.

Útlendsku høvuðsnøvnini Olly Murs, Uriah Heep, Faustix og Paul Watchorn høvdu góðar framførslur, og føroysku tónleikararnir og bólkarnir spældu aftur í ár týðandi leiklut á festivalinum við fjølbroyttum og frálíkum konsertum. Umframt tað var eisini stór undirtøka fyri Silvalandi og tjaldbygdini.

Fyriskipararnir eru sera fegnir um móttøkuna, sum ársins festivalur fekk, og í næstum verður farið verður undir at skipa fyri nýggjum tiltaki næsta ár.

Summar Festivalurin 2025 verður dagarnar frá 7. til 9. august.